Kyndil skipar fyri Hondbóltsskúlanum 2021

Á fyrsta sinni skipar hondbóltsfelagið Kyndil fyri hondbóltsskúla fyri børn og ung í Føroyum

Tíðindaskriv
8. mai 2021 kl. 18:00

Í døgunum frá 9. til 13. august í ár skipar Kyndil á fysta sinni nakrantíð fyri Hondbóltsskúlanum 2021. Skúlin verður fyri børn og ung í aldursbólkunum U8 til U16.

Endamálið við hondbóltsskúlanum er at geva leikarunum nakrar stuttligar og mennandi dagar saman, har hondbólturin er í miðdeplinum. Leikararnir kunnu gleða seg til góðar og skipaðar venjingar, har tey fáa holla undirvísing frá góðum venjarum.

Uppi í prísinum eru eisini máltíðir hvønn dag, og harumframt fáa leikararnir eisini hvør sína T-troyggju.

Tað er Dragan Brljevic, sum er høvuðsvenjari bæði hjá besta kvinnuliðnum og besta mansliðnum hjá Kyndli, sum fer at leggja venjingarnar til rættis. Kroatiski venjarin hevur drúgvar royndir sum barna- og ungdómsvenjari, og tí er leiðslan av hondbóltsskúlanum í ógvuliga skikkaðum hondum.

Umframt Dragan Brljevic hava vit verið so heppin, at vit hava fingið góðar gestarvenjarar frá øðrum føroyskum feløgum, og hesir fara eisini at standa fyri onkrum venjingum.

Hondbóltsskúlin 2021 verður skipaður soleiðis, at ikki øll eru í senn, og tí hevur felagið býtt dagarnar soleiðis upp:

9. og 10. august: U10 & U12 – Kostnaður 550 krónur

11. og 12. august: U14 & U16 – Kostnaður 550 krónur

13. august: U8 – Kostnaður 250 krónur.

Tilmeldingin fer fram á https://forms.gle/mjebqgM2t2obSo4c9, og tilmeldingin er galdandi, tá upphæddin fyri skeiðið er goldin inn á konto 9181-498.939.4

Øll eru hjartaliga vælkomin at melda til, men tað er avmarkað pláss, so tað ræður um at skunda sær.