Kypriotiskur býur í stórari sorg

Tey 24 børnini á einum flogbóltsliði úr býnum Famagusta á Kypros lótu øll lív í jarðskjálvtanum í Turkalandi mánadagin

Terji Nielsen
12. februar 2023 kl. 20:17

Eitt flogbóltslið við 24 børnum í aldrinum 10 til 14 ár, tíggju foreldur, fýra lærarar og ein venjari, lótu øll lív í jarðskjálvtanum í Turkalandi mánadagin.

Gistingarhúsið hjá teimum í turkiska býnum Adiyaman, har liðið var farið fyri at taka lut í eini kapping, skramblaði saman, og eingin teirra kom livandi frá hendingini.

Í dag blivu tey síðstu í kypriotiska ferðalagnum jarðað í heimbýnum Famagusta á Kypros. Jarðarferðirnar hava verið bæði fríggjadagin, leygardagin og í dag, og fleiri hundraðtals fólk í Famagusta hava tikið lut og víst sía samkenslu.

Fleiri enn 33.000 fólk hava higartil latið lív í ógvusligu jarðskjálvtunum í Sýria og Turkalandi fyrr í vikuni.