Lægri prísir og betri eftirlit

Um vit nú lækka skattin hjá lág- og miðalløntum og samstundis lækka prísirnar á gerandisvørum sum mjólk, breyð og grønmeti við at avtaka MVG á hesum vørum, verður so alt hetta bara etið upp av at vinningurin gerst tilsvarandi størri?

Heðin Mortensen
5. desember 2022 kl. 12:26

Um vit nú lækka skattin hjá lág- og miðalløntum og samstundis lækka prísirnar á gerandisvørum sum mjólk, breyð og grønmeti við at avtaka MVG á hesum vørum, verður so alt hetta bara etið upp av at vinningurin gerst tilsvarandi størri?

Nei, tí samstundis eiga vit at styrkja kappingareftirlitið, stovna príseftirlit og ein veruligan brúkarastovn, sum kann hava eftirlit við prísstøðinum og tænastustøðinum í landinum.

Fyri at fylgja við eiga vit at styrkja hagtalsgrundarlagið um livikor við føstum afturvendandi fólkateljingum, so vit kenna veruligu umstøðurnar hjá vanligum fólki.

Vit mugu gera neyðugar tillagingar til tess at styrkja støðuna hjá lág- og miðalløntum.

Heðin Mortensen