Lægri skattur og hægri barnafrádráttur í Vestmanna

Fyri fyrstu ferð í langa tíð hevur kommunan onga skuld, og svarar hvørjum sítt við verandi inntøkugrundarlagi

Vestmanna Bygdarráð/Bjørg á Rógvi borgarstjóri
29. november 2024 kl. 21:40

Vestmanna bygdarráð samtykti við aðru viðgerð á fundi týsdagin 26. novembur fíggjarætlanina fyri 2025.

Skattaprosentið lækkar við 0,25% stigum, frá 21,15% til  20,90%, og barnafrádrátturin hækkar við kr. 1.000,  frá kr. 5.500 til kr. 6.500.

Foreldragjaldið fyri dagstovnatilboðið – har foreldrini bert rinda fyri eitt barn – er óbroytt, somuleiðis millummálaskipanin við egnari køkshjálp á Dagstovnaøkinum.

 

INNTØKUR:   

Mió. kr.

Persónsskattur

59,0

Flyting frá landinum vegna eldraøkið

18,8

Partafelagsskattur

4,0

Leiguinntøkur Heimið á Grønanes

1,7

Samlaðar inntøkur

83,5

 

ÚTREIÐSLUR:

Mió. kr.

Rakstur av kommununi

5,8

Heilsumál

0,8

Børn og ung

25,0

Eldraøkið

23,2

Mentan og fríðtíð

3,5

Tekniska økið

8,7

Havnin, umhvørvið og tilbúgving

3,9

Rentustuðul

1,6

Rentur

0,2

Samlaðar útreiðslur

72,7

 

Eftir til íløgur

10,8

 

Raðfestingar í 2025

Góðar 19,4 mill.kr. eru settar av til íløgur komandi ár.

Fíggjarliga støðan hjá Vestmanna kommunu er góð, og er tað alneyðugt nú stórar íløgur skulu gerast í Vestmanna Skúla. Fyrstu ferð í langa tíð hevur kommunan onga skuld, og svarar hvørjum sítt við verandi inntøkugrundarlagi.

Í fíggjarætlanini fyri 2025 roknar kommunan við einum fíggjarligum halli á góðar 8,6 mió.kr, sum stavar frá hesum íløgum:

  • Hølir til VÍF

  • Projektering av høvuðsumvæling av Vestmanna Skúla

  • Víðkan av kirkjugarðinum á Knúgvum

Allar ætlaðar verkætlanir verða fíggjaðar við tøkum peningi.

 

Mentanar- og trivnaðarøkið

VÍF, Gamli, søgulig støð, list og Fjølmentanarvika

Ætlanin at byggja upp í Ítróttarhøllina, so VÍF fær síni egnu hølir, er komið ávegis, og eru 4 mill. kr. settar av, so arbeiðið kann setast í verk komandi ár.

Vestmenningur, vanliga nevndur Gamli, verður 100 ár í 2027, og er elsti kappróðrarbátur í Føroyum sum er smíðaður til endamálið.

Fyrireikingararbeiðið, at gera eitt av neystunum niðri við Johnsa Handil í stásiligan stand til Gamla, er komið nakað ávegis, og eru 300 t.kr. settar av til verkætlanina komandi ár.

Varðveitan og endurskapan av søguligum støðum í bygdini er raðfest. Umframt býlingsskeltir, keyp av list og sum nakað nýtt, er peningur settur av til eina Fjølmentanarviku í 2025.

Eisini er peningur settur av til at leggja el inn í Spælhúsið og til miðøkið í Viðarlundini.

 

Kirkjugarðurin á Knúgvum

Útbyggingin av kirkjugarðinum á Knúgvum hevur drigið út, tí ongin arbeiðstakari hevur verið til verkætlanina.

Í novembur 2023 fekk kommunan tilboð uppá víðkanina av kirkjugarðinum áljóðandi 10,3 mill.kr., men kostnaðurin var mettur at verða alt ov høgur, tí valdi bygdarráðið ikki at taka av tilboðnum.

Í januar 2024 fekk kommunan nýtt tilboð áljóðandi 7,2 mill. kr. , men aftur hesaferð valdi bygdarráðið at síggja tíðina ann, tí prísurin varð mettur at verða í hægra lagi.

Hetta vísti seg at verða ein røtt avgerð, tí í oktobur 2024 eydnaðist umsíðir at fáa eitt tilboð frá Articon uppá 5,9 mill.kr., sum bygdaráðið tók av, og eru 3 mill.kr. settar av,  so víðkanin av kirkjugarðinum á Knúgvum kann setast í verk.

 

Skúlin, høllin og spælipláss

Fyrireikingararbeiðið, í samband við høvuðsumvæling av Vestmanna skúla, heldur fram, og eru 3 mill.kr. settar av til projektering.

Peningur er eisini settur av til víðkan av sertilboðnum hjá Melini og til keyp av ljóðdempandi klivum.

Umframt at viðlíkahald av høll, skúla og grønum økjum er raðfest, er peningur settur av til eina gólvvaskimaskinu (robot) til høllina, nýggja lásaskipan, nýggja kemistýring til svimjihylin, og til at skifta øll ljósini í ítróttarhøllini út við led.

Peningur er settur av til útileikur til spælipláss, sum eisini eru egnaðar til rørðslutarnað. Eisini er peningur settur av til at skipa lendið undir spæliplássinum við Heilsumiðstøðina.

 

Eldraøkið

Eldrasamstarvið VEKS hevur lagt langtíðarætlan, har dentur er lagdur á, at tryggja at eldra ættarliðið kann verða búgvandi heima, hóast tey gerast eldri.

Fyribyrging, samdøgurtænasta, sosialt virkni, og endur- og viðlíkahaldsvenjing skal leggjast í fasta legu, og sæst hettar aftur í hækkaðu rakstararútreiðslunum hjá kommununi.

Raksturin til Dagtilhaldið er somuleiðis hækkaður, og tilboðið í Sýsluni seinnapartar mikudagar, verður víðkað við einum mánaða.

 

Dagstovnaøkið og STAÐIÐ

Umframt at liðugtgerð av  verkætlanum á Dagstovnaøkinum er raðfest, er peningur settur av til viðlíkahald av bygningum og dagføring av KT skipanini. Eisini verður ein partur av gólvinum í  Gjáarlon skiftur út.

Frítíðarstovan, sum heldur til í Kongskjallaranum, fær nýggjan goymsluskúr, umframt pening til at skipa hølini, so tey hóska betur til endamálið.

Tað hevur verið eitt stórt ynski hjá sitandi bygdarráði at skipa eitt tilboð til børn úr 4. og 5. flokki, men tíverri hevur tað ikki eydnast at fingið starvsfólk, hóast tað í fleiri umførum er søkt eftir starvsfólki til endamálið.

Støðan er nú broytt, og seinast Staðið søkti eftir starvsfólki, komu fleiri vælskikkaðar umsóknir, og letur Staðið dyrnar upp fyri teimum úr 4. og 5. flokki eftir ársskiftið.

Hettar fegnast bygdarráðið almikið um.

 

Havnin og Brunamál

Dýpingin av bátahylinum er liðug, og nýggju bátabrúgvarnar lagdar út, og er peningur settur av til at umvæla asfaltið framvið bátahylinum, umframt til umvæling av ljóspelunum á báðum pierunum og til at gera eina heildarætlan fyri Vestmanna Havn.

Hóast økið við Bedingina í tveimum umførum er bjóðað út alment, vísti ongin økinum áhuga. Tí eru 500 t.kr. settar av til ger av einum bátadrátti á gomlu Bedingini.

Eisini er peningur settur av til at umvæla gomlu betongbrúgvarnar sum skulu leggjast framvið skúrunum inni á Fjørð, har bátaeigarar framyvir fáa møguleika at bunkra.

Umframt hækkaðan rakstur til Vestmanna Sløkki- og Bjargingarlið, er peningur settur av til Emergency plug (til el-bilar í vandastøðu) og til keyp av lyftipútum í samband við bjarging.

 

Tekniska økið

Peningur er settur av at styrkja teknisku deild, og fyrst í komandi ári verður søkt eftir tekniskum leiðara.

Laðiarbeiðið á Fiskastykkinum er liðugt, og eru 150 t.kr. settar av, so økið kann gerast liðugt og skipast samsvarandi uppskotinum frá EYA arkitektum frá 2020.

Arbeiðstoymið skal hava ein bil afturat, umframt at byggjast skal uppí Maskinhøllina.

Eisini er framhald av breiðkanini av Niðara Vegi raðfest, umframt laðiarbeiði, striking av parkerinsplássum, rekkverk ymsastaðni, gongubreytir, nýggja trappu av Heygum niðan á Ovara veg og skifti til asfalteraðar bungur.

 

Umsitingin

Trupulleikar hava verið við ketlinum í Sýsluni, tí gjørdi bygdarráðið tíðliga í vár av, at skifta til grøna orkuloysn ístaðin, og er peningur settur av, so skiftast kann til luft til vatn hitapumpu.

 

Byggibúning

Vestmanna kommuna eigur fimm tøk grundstykkir.