Laksaprísurin fellur

Miðalprísurin fyri laks hevur verið fallandi seinastu vikurnar

Sigurjón Einarsson
26. januar 2021 kl. 09:41

Í endanum av síðstu viku var miðalprísurin 30,74 krónur per kilo, meðan miðalprísurin í byrjanini av árinum var 36,84 krónur per kilo, sambært Nas-DAQ Salmon Index.

Tað er eingin beinleiðis orsøk til aktuella prísfallið, men tað kann vera í samband við koronafarsóttina í Kina, har sølan av laksi til Kina er minkaður við einum triðingi síðsta ár.

Millum viku eitt og viku tvey í ár er miðal marknaðarprísurin fallin við 6,82%. Fyri fýra tær seinastu vikurnar er tað 1%, men yvir tær seinastu 12 vikurnar, so er miðal marknaðarprísurin fallin við 3,27%.

Tað hevur eisini verið ein minking í stødd av slaktaðum laksi (trý til seks kilo). Prísurin í síðstu viku var 31,06 krónur og tað er ein minking á 6,18% í mun til vikuna frammanundan.