Laksatorgið fer av bakkastokki leygardagin

Hugnaliga umhvørvið niðri á Støð á Glyvrum er aftur í ár karmur um Laksatorgið, ið er stóra summartiltakið hjá Runavíkar kommunu. Ponyríðing, vaflur, ullísar, kappingar, undirhald og harmonikutónar seta dáma á dagin

Tíðindaskriv
23. juli 2021 kl. 20:29

Hugnaliga umhvørvið niðri á Støð á Glyvrum er aftur í ár karmur um Laksatorgið, ið er stóra summartiltakið hjá Runavíkar kommunu. Ponyríðing, vaflur, ullísar, kappingar, undirhald og harmonikutónar seta dáma á dagin.

Stór grill verður sett upp, og fleiri tjøld eru á økinum, har smakkiroyndir av rávøru frá Bakkafrosti verða at fáa.

Nøkur tiltøk eru afturvendandi, og onnur nýggj leggjast afturat. Stóra sølutorgið við alskyns vørum letur upp klokkan 10. Leikur, prýðislutir, søla av bundnum vørum, gávulutum og endurnýtsla eru millum mongu tilboðini. 

Tey bæði - Salmona og Gullaksa - skipa allan dagin fyri kappingum og bjóða fólki at royna sjóselfie. Pallurin er mitt á økinum, har tónleikur og Ævintýrferðin eru á skrá. Økið er væl skipað, strondin Glyvra Beach er skamt frá, har m.a. høvi verður at leypa á sjógv ella royna skreiðibreytina – so hví ikki taka svimjiklæðini við eisini ?  

Laksatorgið verður 24. juli frá klokkan 10-16 niðri á Støð á Glyvrum.

Skráin fyri dagin:

10.00: Økið letur upp

10.30: Jens Marni

11.30: Salmona og Gullaksa

13.00: Signar í Homrum

14.30: Ævintýraferðin

15.15: Salmona og Gullaksa

16.00: Liðugt