Landsbankin: Landskassin eigur at hava meira eftir á kistubotninum

Sambært ársfrágreiðingini hjá Landsbankanum, sum í dag var almenna kunngjørd, er fíggjarliga støðan hjá landskassanum verri enn í 2008, tá fíggjarkreppan rakti. Hetta stendur millum annað at lesa í ársfrágreiðingini hjá Landsbankanum um fíggjarliga støðufestið í 2021

Kristian Waag Dam
9. mai 2022 kl. 10:23

Sambært ársfrágreiðingini hjá Landsbankanum, sum í dag var almenna kunngjørd, er fíggjarliga støðan hjá landskassanum verri enn í 2008, tá fíggjarkreppan rakti. Sambært Landsbankanum eigur landskassin at tryggja sær meira á kistubotninum tá góðar tíðir eru, so bjálving er móti verri tíðum.

Í frágreiðini verður millum annað greitt frá, at í 2007, áðrenn fíggjarkreppuna, var nettoskuld landskassans nærum 0. Í sambandi við fíggjarkreppuna hevði landskassin fleiri ár á rað hall á fíggjarlógini, og skuldin hjá landinum vaks við tilsamans 2,8 mia. krónum í árunum frá 2008 til 2015. Eftir 2015 og nøkur ár fram var yvirskot á fíggjarlógini, tá minkaði nettoskuldin eitt vet. Hóast hetta er nettoskuldin aftur økt. Síðani 2019 er nettoskuldin økt, hóast stóra framgongd í búskapinum. Í 2020 øktist nettoskuldin, tá orsakað av Covid-19.

Fyri at minka um nettoskuldina, er neyðugt við yvirskoti á fíggjarlógini. Sambært Landsbankanum, er best um fíggjarliga rásarúmið í eini komandi afturgongd í búskapinum er so gott sum gjørligt. Tí eigur málið at vera at byggja upp eina positiva nettoogn á umleið 10 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni, ella á umleið 2 mia. krónur, í góðum tíðum.

Til ber at lesa meira um fíggjarliga støðufestið Landsbankans her.