Landsinnsavningin hjá Bláa Krossi gav yvir fimm milliónir krónur

Leygarkvøldið, 1. oktober, var landsinnsavnanin hjá Bláa Krossi Føroya send beinleiðis í Kringvarpi Føroya. Tilsamans komu 5.177.144,90 krónur inn

Sigurjón Einarsson
4. november 2022 kl. 15:45

Landsinnsavning hjá Bláa Krossi Føroya varð send beinleiðis í Kringvarpi Føroya leygarkvøldið 1. oktober.

Tilsamans komu 5.177.144,90 krónur inn í landsinnsavningini.

Pengarnir í ár fara til millum annað fyribyrgjandi arbeiði millum børn, ung og familjur í Føroyum.

- Landsinnsavnanin í ár var at fáa pening inn til fyribyrgjandi arbeiðið ímillum børn, ung og familjur í Føroyum, og at vísa á tey tilboð, ið Blái Krossur bjóðar. Blái Krossur Føroya er ein felagsskapur í støðugari menning, og við pengunum fáa vit ment fyribyrgjandi arbeiðið. Vit vilja so inniliga takka øllum føroyingum, ið hava stuðla okkum til hesa landsinnsavnanina - og sum heild fyri alla vælvild, vit møta, sigur aðalskrivarin, Petur Jákup Petersen, sum eisini verður nevndur fyri Dakko Petersen, í tíðindaskrivi.

Á heimasíðuni hjá Bláa Krossi gevur felagsskapurin eisini føroyingum eina hjartans tøkk:

"Vit vilja so inniliga takka øllum føroyingum, ið hava stuðla okkum til hesa landsinnsavnanina – og sum heild allari vælvild, vit møta. Eisini fer ein hjartans tøkk til tær 250 fyritøkurnar, feløgini, kommunurnar og stovnarnar, ið stuðlaðu landsinnsavnanini. Við at stuðla, hava tit lyft hetta týdningarmikla arbeiðið saman við okkum. Hjartans tøkk skulu tit hava.

Til síðst ynskja vit at takka øllum, sum á ymiskan hátt hava gjørt hesa sendingina møguliga. Á myndini omanfyri síggjast nøkur av teimum, ið hava verið við. Afturat hesum hava nógv onnur verið virkin bæði áðrenn, undir og nú aftaná sendingina", stendur at lesa á heimasíðuni hjá Bláa Krossi.

Tað ber til at lesa um arbeiðið hjá Bláa Krossi Føroya á www.blakross.fo.

Ynskir tú at síggja sendingina, so er leinkjan her: https://kvf.fo/sending/stakar-sendingar?sid=145640