Landskassin tikið 900 milliónir í láni

Eftirspurningurin eftir lánsbrøvunum var munandi størri enn tær 900 milliónirnar, brúk var fyri, sigur Landsbankin

Myndin er frá Landsbankanum
Áki Bertholdsen
8. juni 2023 kl. 09:27

Í gjár tók Føroya Landsstýri eitt lán upp á 900 milliónir krónur. Landskankin sigur, at 550 milliónir skulu brúkast til at rinda eitt lán, sum fellur til gjaldingar 27. juni, aftur. Restin, tað er 350 milliónir, er til landskassans gjaldføri.

Landssbankin sigur, at umframt at rinda lánið upp á 550 milliónir, er neyðugt at taka 350 milliónir afturat, fyri at tryggja minsta-gjaldførið hjá landskassanum. Minsta-gjaldførið er 15 prosent av Bruttotjóðarúrtøkuni og í fjør var minsta-gjaldførið 3,05 milliardir. Men tað er vaksið 350 milliónir, upp í 3,4 milliardie. 

Hóast brottoskuldin við hesi eyka lántøku, veksur, er nettoskuld landskassans tó enn tann sama, tí gjaldførið landskassans økist samstundis. 

Lánið varð tikið við at selja lánsbrøv. Lánsbrøvini eru seld í Føroyum og uttanlands.

Nýggja lánið er eitt trý ára lán, sum fellur til gjaldingar 19. juni 2026. Rentan er 3,625 prosent. Kursurin fyri lánið er 99,927 og effektiva rentan, sum bæði leggur upp fyri rentuni og kursinum, er tí 3,651 prosent.

Rentan er hækkað nógv síðsta árið, og tað merkir eisini at landskassin skal rinda meira fyri síni lán, sigur Landsbankin.s

Landsbanki Føroya og Nordea Bank hava fyrireikað lántøkuna. Landsbankin sigur, at tað gekk bæði skjótt og væk at selja lánsbrøvini og at eftirspurningurin var munandi størri, enn tær 900 milliónirnar, tørvur var á.