Landslæknin: Táttar í 100 tilburðir í gjár - smittuprosentið er 3,2

Lars Fodgaard Møller, landslækni váttar, at talið av nýggjum koronatilburðum í gjár táttar í 100. - Eg havi ikki gjørt endaliga upp enn, men tað endar nokk har á leið. Tað gevur eitt smittuprosent uppá 3,2

Sveinur Tróndarson
7. desember 2021 kl. 12:03

Tað gongur illa at fáa tamarhald á koronustøðuni í landinum.

Í gjár fingu 41 fólk at vita, at tey høvdu korona, og tað gav eitt smittuprosent uppá 2,8. Tað talið er næstan tvífalt tað, sum myndugleikarnir "vilja hava tað at vera", og er eitt tekin um, at tað er nógv smitta í samfelagnum.

Og tað er tað nakað sum bendir á at tað er, tí tølini fyri í gjár eru nógv hægri enn tølini vóru í fyrradagin.

Tað váttar Lars Fodgaard Møller, landslækni, tá Dimmalætting ringir fyri at hoyra um hald er í søgunum um, at smittutalið hesaferð táttar í 100.

- Ja, tað gera tey. Eg havi ikki endaligu tølini enn, eg eri faktiskt í holt við at gera tey upp, men tað fer at tátta í 100, sigur hann.

Við Kringvarpið sigur Lars Fodgaard Møller, at tað í gjár vórðu gjørdar 3.027 kanningar, og at fyribilstalið í løtuni er 98, og tað gevur eitt smittuprosent, sum er uppá 3,2 prosent, tað vil siga hægri enn tað var í fyrradagin.

Leys Størv