Landsrætturin staðfesti trygdarvarðhald

Talan er um fyrsta dóm av sínum slag í Føroyum, har er ein 30 ára gamal maður er dømdur at sita í trygdarvarðhaldi. Hetta merkir, at maðurin sleppur ikki leysur, fyrr enn rætturin metir, at hann ikki er til vanda fyri onnur. Maðurin hevur framt fleiri neyðtøkuroyndir umframt tvey rán

Steinar Patursson
22. mars 2023 kl. 12:23

Eystari landsrættur hevur í dag staðfest dómin hjá Føroya rætti móti einum 30 ára gomlum manni, sum í fjør varð dømdur í trygdarvarðhald.

Talan er um fyrstu ferð, at nakar í Føroyum er dømdur í trygdarvarðhald.

Trygdarvarðhald er tað, sum á donskum eitur forvaring, og talan er um eina fongsulsrevsing uttan tíðaravmarking.

Hendan revsingin verður nýtt til serliga vandamikil fólk, tá mett verður, at tey fara at fremja nýggj lógarbrot og av somu orsøk kunnu vera til vanda fyri onnur.

At verða dømdur í trygdarvarðhald merkir, at tann dømdi ikki kann verða leyslatin, fyrr enn rætturin metir, at viðkomandi ikki longur er til vanda fyri onnur. 

Maðurin varð í november í fjør dømdur fyri at hava framt tvey rán - annað í 2019 og hitt í 2022 - og fyri at hava framt eina neyðtøkuroynd í mars í 2022.

Maðurin var áður dømdur fyri fleiri aðrar neyðtøkuroyndir, har seinasti dómur fall í Føroya rætti í 2020.

Av tí at maðurin, hóast langar fongsulsrevsingar, framhaldandi framdi grov brot á revsilógina – brot har hann legði á ungar kvinnur – kravdið ákæruvaldið, at hann skuldi dømast í trygdarvarðhald. Hesum tók nevningatingið undir við.

- Ákæruvaldið hevði ta støðu, at vanlig fongsulsrevsing ikki var nøktandi, tí dømdi greitt hevur víst, at hann áhaldandi fremur grov lógarbrot ímóti tilvildarligum kvinnum. Grundað á upplýsingarnar um dømda, undir hesum serliga tann kriminalitet, sum dømdi áður er dømdur fyri, kravdi ákæruvaldið, at dømdi skuldi dømast í trygdarvarðhald. Hesum tók nevningatingið undir við, og tað eru vit sera nøgd við, segði Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæri, í sambandi við rættarmálið í november.

  

Les eisini: Maður dømdur fyri rán og neyðtøkuroynd