Landsstýrið vil avtaka einkarrættin hjá Rúsuni at selja rúsdrekka

Landsstýrið hevur lagt uppskot fyri Løgtingið sum brýtur eina grundreglu í rúsdrekkalógini

Savnsmynd
Áki Bertholdsen
23. august 2023 kl. 13:51

Nú hevur landsstýrið lagt eitt uppskot fyri Løgtingið, sum brýtur eina grundreglu í rúsdrekkalógini.

Tað er nevniliga ein grundregla í rúsdrekkalógini, tað er bara Rúsan, sum hevur loyvi til at selja rúsdrekka, sum er sterkari enn 5,8 prosent.

Men nú hevur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, lagt uppskot fyri Løgtingið um at føroysku bryggjaríini skulu fáa loyvi til at selja sterkt rúsdrekka á bryggjaríunum.

Tað merkir, at bryggaríini kunnu gera sær eina sølubúð á sjálvum bryggjaríunum og selja allar vørur, tey framleiða, eisini sterkt rúsdrekka.

Føroya Bjór vildi hava, at hetta loyvi skuldu umfata allar sølubúðurnar kring landið, men tað vil landsstýrið ikki.

Bjarni Kárson Petersen, sigur, at hetta er eitt mál, sum varð avtalað, tá ið samgonguskjalið varð skrivað.

Tað merkir, at tá ið bryggaríini fáa gestir, kanska gestir, sum vilja síggja bryggjaríini, kunnu tey eisini hava eina sølubúð á staðnum, har gestirnir so eisini kunnu keypa tær vørurnar, sum verða gjørdar á staðnum.

Landsstýrismaðurin metir, at tað, í størsta mun, verða útlendsk ferðafólk, sum fara at keypa rúsdrekka í samband við vitjanir á framleiðslustaðnum. 

Vitjandi kunnu tó vera bæði útlendingar og føroyingar, men landsstýrismaðurin metir ikki, at hetta fer at gera atkomuna til rúsdrekka lættari í so stóran mun, at tað fer at økja um nýtsluna.