Landsstýrislønarnevndin: Ráðharrabilar til landsstýrið

Nevndin, ið gevur løgmanni tilmæli um lønarviðurskifti hjá landsstýrisfólkum, mælir til, at landsstýrisfólk skulu fáa ókeypis ráðharrabil

Steinar Patursson
7. mai 2021 kl. 11:30

Løgmaður og landsstýrisfólk skulu frameftir fáa ráðharrabil, og ráðharrabilurin og allar rakstrarútreiðslur av bilinum skulu rindast av landinum.

Tað heldur nevndin, ið skal geva løgmanni tilmæli um samsýningar og eftirløn til landsstýrisfólk.

Nevndin varð sett í 2003 og varð mannað av nýggjum í fjør við Óla Meinertsson Hansen, Esther Dahl og Christiani Danielsen, og tað er núverandi manning, sum á flaggdegnum legði fram álitið, ið mælir til at veita landsstýrisfólkunum ráðharrabil.

Uppskotið um at landið skal veita ráðharrabil varð fyrstu ferð á lofti í 2012, men fekk tá ikki frama. Nú skjýtur nevndin upp aftur, at ráðharrabilurin skal latast, og tað skal vera eftir sama leisti, ið skotið varð upp í 2012.

- Verandi landsstýrislønarnevnd metir, at skipanin við kostnaðarendurgjaldi og ferðastuðli ikki er hóskandi fyri landsstýrisfólk. Tað undrar millum annað nevndina, at als einki endurgjald er fyri landsstýrisfólk í miðstaðarøkinum, sigur nevndin í álitinum.

- Tað tykist sum verandi skipan leggur sum grund, at landsstýrisfólk einans flyta seg millum heimið og skrivstovuna í Tinganesi, og at tey ikki byrja teirra virki sum landsstýrisfólk, fyrr enn tey møta á skrivstovu síni.

- Nevndin metir, at tey, ið røkja hesi størv, eru og skulu altíð verða tøk. Tað er tí ikki einans ein spurningur um rættin til flutning millum heim og arbeiðspláss, men eisini ein spurningur um at vera tøk, um tign og um at kunna flyta seg kring alt landið. Eitt landsstýrisfólk eigur tí at hava ein hóskandi bil at ráða yvir.

Umframt spurningin um ráðharrabil, hevur nevndin eisini mett um lønarlagið hjá landsstýrisfólkunum, ið nevndin metir vera hóskandi, og sum tí eigur fyribils at vera óbroytt. Landsstýrsfólk fáa í løtuni 73.508 krónur um mánaðin, meðan løgmaður fær 86.874.

Harumframt metir nevndin, at eftirlønarskipanin er greið og skynsom, og skal tí halda fram.