Landsstýrismaðurin leggur nógv fyri at skapa órógv og ótta í fiskivinnuna.

Dupultmoralurin leingi livi - álop á føroysku arbeiðarastættina verður ikki góðtikið

Bjarni Hammer
3. februar 2025 kl. 15:45

Veit høgra hond, hvat vinstra ger? Tað sær ikki soleiðis út.

Samstundis sum ein landsstýrismaður harðliga átalar, at føroyskar fyritøkur verða seldar av landinum, vil ein annar lóggeva føroyskt tilfeingi og arbeiðspláss av landinum.

Samstundis sum skrivað stendur, og talað verður um, at vinnan skal eggjast til at nýskapa, virðisøkja og meirvirka fiskatilfeingið, vil man samstundis lóggeva føroysku rávøruna út av landinum.

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum leggur nógv fyri at skapa órógv og ótta í fiskivinnuna. Tí hetta uppskotið kemur at raka fiskivinnuna á landi í Suðuroynni serstakliga meint! Ætlanin er lóggeva 50% av øllum uppsjóvarfiski av landinum - til onnur at arbeiða. Tað svarar til áleið 300.000 tons. Hetta skulu hendur arbeiðaraklassans í Føroyum ikki sleppa at virka.  

Ístaðin fyri at Føroya verkafólk fáa nakrar fleiri arbeiðstímar, so verða tað allarhelst altjóða fyritøkur í Norra og aðrastaðni, sum kunnu vera nógvar ferðir størri enn tær størstu føroysku, sum fara at ríka seg enn meiri upp av føroyska fiskinum. Fyritøkur sum frammanundan eru í beinleiðis kapping við tær føroysku. Fyritøkur sum framman undan hava betur marknaðaratgongd og handilsavtalur enn Føroyar.   

Afturat hesum, so skulu føroyskar fyritøkur, í Føroyum, pettast sundur. Fyritøkur, sum gjøgnum áratíggjur hava arbeitt seg upp, í ofta avbjóðandi tíðum - til gagns fyri allar Føroyar.  

Tað eru ikki nógv ár síðan, at revsitollur á 2 kr. kilo bleiv lagdur á hvørt kilo av makreli, sum varð landaður uttanlands. Hetta bleiv gjørt fyri at styrkja fiskivinnuna í Føroyum og fyri at eggja føroyingum til at byggja fiskavirkir í Føroyum, sum kundu taka ímóti uppsjóvarfiski. Milliarda upphæddir blivu settur í veð og eftir fáum árum, høvdu Føroyar tey mest framkomnu fiskavirkini. Henda vinna hevur havt stóran týdning fyri føroyskan búskap og Føroya land hevur havt góðan framburð og stóran fólkavøkstur seinastu 13 árini.

Verður fiskurin lóggivin út av Føroya landi, vilja arbeiðsplássini í fiskivinnuni á landi hvørva og eitt ótal av avleiddum arbeiðsplássum fara fyri skeyti.

Fiskivitan føroyinga – at hagreiða fisk á besta hátt – vil somuleiðis hvørva. Tað hevur tikið 150 ár at byggja hesa vitan upp. Í hesi vitan eru harafturat mong trygg og væl lønt størv.

Mong vilja gerast arbeiðsleys og sosiali ójavnin vaksa enn meir, Hetta, einamest í Suðuroynni, har fátækraváðin - longu sum er - er dupult so stórur sum í “Meginføroyum”.

Missa okur arbeiðsplássini – missa okur eisini fólkið!  

Okra granni, Hetland, er ringt fordømi í hesum. Har búðu í 1860-unum eini 32.000 fólk, nú eru 23.000. Í Føroyum búðu í 1860-unum 9.500 fólk, her nærkast nú 55.000. Føroyingar hava lagt rættiliga stóran dent á at fáa fiskatilfeingið upp á land í Føroyum. Hetta viðførdi eisini, at føroyskar kvinnur vóru millum tær fyrstu yvirhøvur, ið fóru út á lønta arbeiðsmarknaðin.

Uttan arbeiðspláss er eingin arbeiðararørsla. Arbeiðarafeløgini verða fyri beinleiðis álopi av hesum ætlanum!    

Tað er ongin loyna, at arbeiðsútboðið í Suðuroynni á ongan hátt er á hædd við tað í “Meginføroyum”.  

Hví man so ein landsstýrismaður úr Suðuroynni, allíkavæl, arbeiða málrættað fyri at niðurlaga tey fáu arbeiðsplássini í Suðuroynni, tey flestu staðsett í norðaru helvt, men tó mannað úr allari oynni?

Tað er óskiljandi, ella er tað?

Álop á føroysku arbeiðarastættina verður ikki góðtikið.  

Bjarni Hammer