Landsstýrismaðurin tekur lut í Arctic Forum í Nuuk

Hesa vikuna luttekur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, á ráðstevnuni “EU Arctic Forum and Indigenous Peoples’ Dialogue”, sum verður hildin í Nuuk í Grønlandi í døgunum 8.-9. februar

Høgni Hoydal í Nuuk, har hann tekur lut í EU Arctic Forum (Mynd: Uttanríkis- og vinnumálaráðið)
Sigurjón Einarsson
8. februar 2023 kl. 11:45

Ráðstevnan verður fyriskipað av grønlendsku stjórnini og ES. Á ráðstevnuni skal landsstýrismaður taka lut í og røða á tiltaki við heitinum “International Cooperation in the Arctic: Moving Forward”, saman við millum annað svenska uttanríkisráðharranum, Tobias Billstrøm, og Virginijus Sinkevicius, ES kommisserur fyri umhvørvi, hav og fiskivinnu.

- Í hesum tíðum gerst tað alsamt meira týdningarmikið at røkja sambond við grannar og samstarvspartar fyri at tryggja frið og støðufesti í Arktis og Norðuratlantshavinum, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður, við heimasíðuna hjá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum .

- Tað er av alstórum týdningi at varpa ljós á fólkið í arktiska økinum. Veðurlagsbroytingar ávirka lívskor, lívfrøðiliga margfeldni og náttúru, og harvið grundarlagið fyri at liva og virka í Arktis og Norðuratlantshavinum.

Á ferðini skal landsstýrismaðurin eisini hitta grønlendski starvssystrina, Vivian Motzfeldt, danska starvsbróðurin, Lars Løkke Rasmussen og Virginijus Sinkevicius, ES kommisserur.

Meir kunning um ráðstevnuna er at finna her.

Kelda: Uttanríkis- og vinnumálaráðið