Lars Løkke kann gerast tungan á vektskálini

Tað er at kalla javnt millum reyða og bláa blokk í Danmark, nú nýggj veljarakanning er gjørd um politisku støðuna í Danmark. Fyrrverandi forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, og nýggi flokkur hansara kann fáa ein avgerandi leiklut til eitt komandi val, metir politiskur redaktørur

Hann er kendur at vera ein góður taktikkari, og sambært politiskum redaktøri, so kann Lars Løkke Rasmussen fáa ein avgerandi leiklut til komandi Fólkatingsval
Sigurjón Einarsson
3. august 2022 kl. 12:35

Tað stendur so at siga á jøvnum millum reyða og bláa blokk í Danmark, nú nýggj veljarakanning frá Opinion er gjørd fyri Danmarks Radio.

Sambært veljarakanningini, so fær Inger Støjberg og hennara nýggi flokkur, Danmarksdemokratarnir, heili 10,8 prosent av atkvøðunum, meðan fyrrverandi forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, og nýggi flokkur hansara, Moderatarnir, standa til at fáa 3,1 prosent av atkvøðunum.

Nýggja veljarakanningin sigur, at reyði blokkurin fær 47,9 prosent av atkvøðunum, og bláai blokkur fær 47,8 prosent av atkvøðunum.

Politiski redaktørurin hjá DR, Christine Cordsen, metir, at Lars Løkke og nýggi flokkur hansara kann fáa ein avgerandi leiklut til eitt komandi val – serliga tí hann enn ikki hevur sagt, hvønn hann peikar á til forsætisráðharra.

– Lars Løkke Rasmussen vil ikki vísa lit, men krevur ístaðin eitt samarbeiði yvir miðjuna. Men fær hann møguleikan at gerast tungan á vektskálini, so fara vit at uppliva broytingartíðir í donskum politikki, ið hevur verið á veg í fleiri ár, sigur Christine Cordsen í viðmerking til útvarpsrásina hjá DR, P1.   

Hon metir, at tað kann gerast ein fyrimunir fyri Lars Løkke Rasmussen og flokk hansara, at hann enn ikki hevur peika á, hvønn blokk hann hellur til ella hvønn forsætisráðharra, Lars Løkke Rasmussen fer at peika á.

Í samrøðu við P1 sigur politiski leiðarin fyri Moderatarnar, Jakob Engel-Schmidt, at hann er “ótrúliga glaður”, men vil annars ikki viðmerkja veljarakanningina – ei heldur, hvønn forsætisráðharra flokkurin fer at peika á.

– Tað fer Lars Løkke Rasmussen at svara upp á undir veljarastríðnum, sigur Jakob Engel-Schmidt.

Fólkatingsval skal í seinasta lagið vera tann 5. juni komandi ár, men eftir at minkkommissjónin kom við sínum ábreiðslum móti stjórnini í byrjanini av juli mánað, so krevur ein av stuðulsflokkunum hjá sitandi stjórn, Teir Radikalu, at val verður útskrivað í seinasta lagið tann 4. oktober, tá Fólkatingið kemur saman aftur. Annars fer stuðulsflokkurin at koppa stjórnini, ljóðar hóttanin frá flokkinum.

Leys Størv