Leitar eftir hálvsystur sínari í Føroyum

Ein donsk kvinna leitar eftir hálvsystur sínari í Føroyum

Sigurjón Einarsson
21. september 2021 kl. 14:49

Kamilla Ross leitar eftir sínari hálvsystur í Føroyum, tí sambært pápa hennara, Find Arne Jensen, so hevur hon eina hálvsystur í Føroyum.

Pápin hevur greitt fyri Kamillu, at tá hann sigldi við donsku sjóverjuni, møtti hann einari føroyskari kvinnu í 1974/75, sum eitur Ranva/Ránva/Rannva og arbeiddi tá í einum prýðishandli í Havn. Talan var um eitt stutt samband, men kvinnan gjørdist upp á vegin, sambært pápa Kamillu.

Kamilla vónar, at hon finnur hálvsystur sína, tí hon altíð hevur ynskt sær eina systur.  

Hennara uppslag kann lesast á Facebook her: