Leygardagin verður nógvur fótbóltur

Rúni Gaardbo er settur at døma finaluna millum HB og Víking

Jóannes Hansen
7. februar 2023 kl. 20:59

Leygardagin verður møguleiki at fáa eina peiling av, hvussu bestu fótbóltsfeløgini eru fyri ein mánað undan, at fyrsta umfar verður í landskappingini.

Síðstu dystirnir í VFF Cup, ið er heitið á kappingini, sum venjarafelagið skipar fyri. Umframt øll feløgini í bestu deildini uttan TB hevur NSÍ luttikið í kappingini, sum endar leygardagin.

Tá vera fimm dystir. Tveir klokkan 11, tveir klokkan 13.30 og so verður finalan klokkan 16. Tveir dystir vera á Tórsvølli og tveir á  ovara vølli í Gundadali, og so verður finalan á Tórsvølli.

Dómarafelagið hevur sett dómarar og hjálpardómarar, og nú er tað greitt, at Rúni Gaardbo fer at døma finaluna millum HB og Víking.