Liggja í raðfylgju til at landa til Varðan Pelagic

Tað hevur gingið heldur striltið við sildaveiðuni í heyst. Nógv hevur verið leitað og fiskiskapurin hevur verið smáligur. Nú er ein glotti, og tað sæst aftur á Tvøroyri, har uppsjóvarskipini mestsum bíða eftir at sleppa framat at landa

Sigurjón Einarsson
19. oktober 2020 kl. 19:00

Fiskiskapurin hevur verið svingandi í heyst, men nú liggja uppsjóvarskipini mestsum á rað fyri at sleppa at landa til Varðan Pelagic.

Á uppsjóvarvirkinum á Tvøroyri hava tey úr at gera, nú uppsjóvarskipini aftur hava rakt við sild.

Stjórin á Varðanum Pelagic, Bogi Jacobsen, er partvíst nøgdur við gongdina higartil í ár.

- Nú er góður fiskiskapur, men tað hevur verið rættiliga svingandi í heyst, har bátarnir hava brúkt nógva orku til at leita eftir fiski, sigur stjórin.

Men hesa vikuna sær betri út. Tummas T. er inni við 1.100 tonsum, meðan Gøtunes var inni við 1.700-1.800 tonsum av sild, ið er veiddur í íslendskum sjógvi. Teir á Gøtunesi gjørdu skjótt av og sigldu avstað aftur á fiskileið, so skjótt báturin var liðugur at landa. Skamt frá kaiini liggur Tróndur í Gøtu og bíðar eftir tørni. Hann hevur fiskað eini 1.200-1.300 tons, sambært stjóranum.

Virkið klárar at framleiða eini 1.000 tons um samdøgrið.

Framleiðslan á virkinum gongur soleiðis fyri seg, at fiskurin verður pumpaður inn úr tangunum á skipunum í eitt móttøkukar. Har verður fiskurin vigaður og síðani flokkaður í støddir. Fiskurin verður skorin til flak/avhøvdaður ella heilfrystur. Fiskurin verður síðani pakkaður í portiónir, sum í flestu førum eru 12,5 kg. Tað verður síðani fryst, pakkað, sett á plattar og koyrt í goymsluna.

Tá ið sesongin er, eru umleið 120 fólk knýtt at virkinum.