Líkskoðan verður í morgin

Í morgin verður líkið av pólska manninum kannað til at staðfesta deyða, men fyribils bendir einki á, at nakað illgrunasamt er farið fram

Sigurjón Einarsson
28. november 2022 kl. 10:15

Ein pólskur sjómaður, ið varð meldaður saknaður leygarkvøldið, bleiv funnin á botni við Vestaru Bryggju seinnapartin í gjár.

– Vit hava ikki grund til at mistonkja, at nakað illgrunasamt er farið fram, men líkskoðan verður í morgin, fyri at staðfesta deyðsorsøkina, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.

Tað var í gjár, at agenturin hjá útlendska sjómanninum ringdi til løgregluna, fyri at eftirlýsa mannin. Pólski sjómaðurin, sum sigldi við einum føroyskum báti, og ein annar sjómaður, sum siglir við sama báti, vóru farnir í býin leygarkvøldið. Pólski sjómaðurin var farin tíðliga heim úr býnum, men tá hann ikki var komin aftur til skipið, bleiv hann eftirlýstur.

Løgreglan kannaði umstøðurnar á staðnum, og kavarar hjá Tórshavnar Sløkkilið vórðu síðan boðsendir á staðið, og funnu skjótt líkið av pólska sjómanninum á botni nær við skipið.

– Vit hava tosað við fólk, sum vóru saman við manninum í býnum, men fyribils bendir einki á, at nakað illgrunasamt er farið fram. Maðurin hevur helst verið áhaldsin, tá hann skuldi fara umborð á skipið, greiðir vakthavandi frá.

Familjan hjá avvarðandi og myndugleikarnir í Póllandi eru blivin kunnaði.