Liljan verður nú tekniskur leiðari í Fuglafirði

Hon fer 1. mars í starvið hjá Fuglafjarðar kommunu

Jóannes Hansen
1. februar 2023 kl. 08:48

Fuglafjarðar kommuna skrivar soleiðis á heimasíðuni:

Fuglafjarðar kommuna hevur tikið avgerð um at seta Lillian Jacobsen í starvið sum tekniskur leiðari í Fuglafjarðar kommunu.

Lillian Jacobsen er 42 ára gomul, útbúgvin byggifrøðingur og leggur í løtuni seinastu hond á leiðsluútbúgving. Út yvir leiðsluroyndir frá privatu vinnuni, so hevur hon síðani 2019 verður tekniskur leiðari fyri Sunda kommunu.