Limirnir fækkast í fólkakirkjuni

Færri og færri føroyingar eru limir av fólkakirkjuni. Hetta vísur nýggj uppgerð hjá Hagstovuni. Prosenttalið av føroyingum, sum eru limir í fólkakirkjuni, er fallið við 6,3 prosent í tíðarskeiðnum frá 2001 fram til í dag

(Mynd: Faroephoto/Ólavur Frederiksen)
Kristian Waag Dam
19. mai 2022 kl. 13:54

Færri og færri føroyingar eru limir av fólkakirkjuni. Hetta vísur nýggj uppgerð hjá Hagstovuni, men hagtølini kunnu vera ørkymlandi. Bera vit árið í ár saman við í fjør, so er talið av limum vaksið við 256 limum, men hetta er orsakað av fólkavøkstri. Hóast talið av limum er vaksið frá 38.911 limir til 41.857 limir í tíðarskeiðnum frá 2001 fram til í dag, so er prosenttalið av føroyingum, ið eru limir av fólkakirkjuni fallið við 6,3 prosent í hesum sama tíðarskeiðið. Sambært Hagstovuni, hevur prosenttalið av limum í fólkakirkjuni hevur verið støðugt lækkandi seinastu 20 árini.

Føroyar eru býttar sundur í 16 prestagjøld við 61 kirkjum og kirkjuráðum. Sambært uppgerðini, so er undirtøkan í teimum 16 prestagjøldunum øgiliga ymisk. Serliga er undirtøkan lág í norðoyggjunum. Í Norðoya eystara prestagjaldið, er einans 61,4 prosent av fólkatalinum limir í fólkakirkjuni. Eisini í Norðoya vestara prestagjaldið, er talið av limum lágt, har eru einans 61,1 prosent av fólkatalinum limir í fólkakirkjuni. Lága limatalið í norðuroyggjum kemst allarhelst av, at ein stórur partur fólkinum er partur av brøðrasamkomuni.

Undirtøka fyri fólkakirkjuni sæst eisini kring landið, tó er hon hægst í Norðstreymoyar eystara prestagjaldið, har er 90 prosent av fólkinum limir av fólkakirkjuni. Fólkakirkjan hevur eisini stóra undirtøka á Sandoynni, har 88,2 prosent av fólkatalinum eru limir av fólkakirkjuni.