Listafólkaíbúðir: Í skúla í Tjørnuvík

Sunnudagin 15. mai læt norski listamaðurin, Kenneth Varpe, dyrnar upp til listafólkabústaðin, sum liggur í gamla skúlanum í Tjørnuvík

Kinna Poulsen
20. mai 2022 kl. 17:36

Í gott og væl ein mánaða hevur Kenneth Varpe búð í listafólkabústaðnum í Tjørnuvík, har hann hevur arbeitt við málningum, ið skulu sýnast fram á eini framsýning hjá Haugesund Kunstforening í Noregi á heysti 2023.

Tó at arbeiðið ikki enn er liðugt, beyð listamaðurin kortini inn til opið atelier og hevði í sama umfari eina framløgu við myndum, har hann greiddi frá síni list og sínum arbeiðshátti.

 

Listamaðurin

Kenneth Varpe býr í Keypmannahavn, men er føddur í Noregi og er útbúgvin BA Hons i Fine Art Painting frá Grays School of Art & Design, og MA i Fine Art frá Chelsea College of Art & Design.

Hann hevur teknað og arbeitt við video og installatiónsverkum, men seinastu árini, og meðan hann hevur verið í Føroyum, hevur hann serliga arbeitt við málningalist.

Áhugaverd frágreiðing

Vit vóru fleiri, sum brúktu vakra sólsunnudagin at fara til listatiltak í Tjørnuvík. Og tá vit høvdu fingið kaffi og sodavatn, vóru vit biðin um at sessast – vit føldu okkum vera komin í skúla og tað vóru vit jú eisini í roynd og veru.

Tað var áhugavert at hoyra listamannin greiða frá menningini av sínum háttalagi, sum hann lýsti í áhugaverdum uppleggi við myndum. Hann segði sína upprunaligu tilgongd til listina vera handaverksliga, men segði seg samstundis vera ein rættiliga romantiskan persón.

Hann byrjaði sum fimtan ára gamal við at mála gamaldags landslagsmálningar, sum hann seldi foreldrum hjá vinum. Hann fór í holtur við listaútbúgving sína og gjørdist skjótt áhugaður í nonfigurativari málningalist. Men í skúlanum, har hann gekk ta fyrstu tíðina í Skotlandi, var tilgongdin klassisk, so har arbeiddu tey við modeltekning – millum annað Kenneth Varpe gjørdist áhugaður í sjálvari strikuni og fekk áhuga fyri Cy Twombly og øðrum listafólkum, sum arbeiða við teknistrikuni á ymiskan hátt.

Listamaðurin greiddi frá hvussu hansara egna ættarlið fekk ta fatan í hálvfemsunum, at málaríið hevði mist sín týdning – tey hildu, at listaslagið hevði útspælt sín relevans og tískil arbeiddu mong teirra við øðrum tøknum hesi árini. Henda listaleið førdi Kenneth Varpe yvir í tað installatoriska og performativa. Samstundis hevur hann onkursvegna saknað at mála, tí óansæð hvussu konseptmerktar og serstakar hansara verkætlanir hava verið, so tekur arbeiðið at nærkast málningavirksemi, til dømis ein myndarøð, sum hann málaði við leiri.

 

Mannagongd

Listamaðurin varð áhugaður myndevnisliga í leirklumpinum, sum hann málaði veruleikakendar myndir av við fáum litum. Hann fekk áhuga fyri sonevndum grisaille – gomlum málningum, sum geva eina illusión av at vera okkurt annað enn tað tey eru; arkitekturur ella relieff.

Í frásøgnini legði Kenneth Varpe dent á, at tað ikki er sjálvt gyklið ella villeiðingin, sum hevur hansara áhuga, men meira teir spurningar, sum slík myndagerð elvur til. Hvat er tað vit síggja og kunnu vit líta á okkara egnu eygu? Listamaðurin hevur áhuga fyri mimetisku dygdunum, sum máling hevur, at máling so at siga poserar sum nakað annað á myndaflatuni.

Við málningunum hjá Kenneth Varpe er eitt ósamsvar millum hvat tú heldur teg síggja og tað, sum er á løriftinum. Hetta eru at síggja til spontan, tjúkk strok av máling, men tá tú hyggur er hetta í veruleikanum púra slætt málarí av máling í hyperrealistiskum stíli – effektin er sum av sonevndum trompe l'œil myndum. Málistrokini eru altso bygd upp í løgum við skuggum fyri at tað skal síggja út sum um, at málingin er pastos. Mannagongdin er umstendilig og tekur tíð.

Sambært listamanninum byrjar tað við, at hann ger skjótar kompositiónir við máling á smáum plátum. Her roynir hann at lata vera við at hugsa ov nógv og heldur at vera spontanur. Fleiri miseydnast, onkra velur hann út at verða forarbeiði til málningarnir, sum taka langa tíð.

Men øll forarbeiðini verða tveitt burtur. Myndirnar, sum stóðu frammi í skúlastovuni í Tjørnuvík, høvdu støði í litum og kompositiónum í ymsum seinimpressionistiskum verkum hjá til dømis Matisse og øðrum.

 

Listafólkabústaðurin í Tjørnuvík

Listafólkabústaðurin í Tjørnuvík er eitt fyrimyndarligt og vælumtókt uppihaldsstað hjá føroyskum og útlendskum listafólkum.

Tað eru átta ár síðani, at Sunda Kommuna og Listafólkafólkasamband Føroya LISA skrivaðu undir samstarvsavtalu um, at listafólk kundu nýta Tjørnuvíkar skúla sum listafólkabústað og síðan hevur hópin av listafólkum kunna hugsavnað seg har.

Tað at listafólkini búgva har í eitt longri tíðarskeið, ger at tey verða meira enn eitt ferðafólk og fella inn í bygdini. Og føroyska listumhvørvið hevur eisini fingið ágóðan av hesum arbeiði – vit hava fingið upplegg og upplýsing sum nú frá Kenneth Varpe eins og fleiri góð verk eru skapt her – til dømis upplivdu vit eitt framúr gott verk á Várframsýningini í 2015, sum hollendska listakvinnan Floortje Zonneveld hevði gjørt meðan hon búði í listafólkabústaðnum í Tjørnuvík.

Listafólkabústaðurin kann leigast føroyskum og útlendskum listafólki og listaligt virksemi, skapan, hugsavnan og líknandi í eina viku upp í tríggjar mánaðir.

Tá søkt verður um uppihald í listafólkabústaðnum, skal ein stutt lýsing av, hvat listafólkið ætlar sær við uppihaldinum, CV, tekstir, myndir og/ella annað viðkomandi tilfar sendast við umsóknini. Umsóknin skal sendast til lisa@lisa.fo.

Kenneth Varpe var sum heild sera fegin um sítt uppihald í Tjørnuvík. Hann hevði gingið nógvar túrar og væntaði, at hesar upplivingarnar í vøkru skulpturellu náttúruni kring Tjørnuvík mundi fara at síggjast í komandi verkum, so tað verður spennandi at fylgja við.