Listasavnið samstarvar við føroyskar tónleikarar

Listasavn Føroya koyrir við átaki, har tónleikarar smíða løg við íblástri frá list úr teirra føstu framsýning.

Katrin Johannessen
1. juli 2020 kl. 13:28

Listasavn Føroya koyrir í løtuni við einum nýggjum átaki, 'Tónleikur og list', har fimm føroyskir tónleikarar ella tónleikabólkar hava gjørt sangir við íblástri frá fimm myndum, sum eru partur av føstu framsýningini á Listasavninu,. Verkætlanin knýtir bond millum tónleik og list. Tónleikararnir fáa eina bundna uppgávu, sum teir tónaseta út frá.

-Tankin er at skapa eitt tilknýti millum tónleik og list og at promovera listina gjøgnum tónleikin, sigur Solveig Hanusardóttir Olsen, savnsumsjónarfólk.

Ein øðrvísi og spennandi uppgáva
-Tað er ymisk hvussu listafólk fáa íblástur. Ein bundin uppgáva sum hendan, at fáa eina mynd og so skriva ein sang útfrá henni, kann vera avbjóðandi uppá gott og ilt. Men tað hava tónleikarirnir tosa øgiliga positivt um. 

-Summir tónleikarar eru visuellir, summir meira bókmentaligir. Summir hugsa fyrst og fremst um lag, ímeðan aðrir hugsa fyrst um orð. So hendan uppgávan við myndunum er heldur øðrvísi og sera spennandi hjá teimum, sigur Solveig Hanusardóttir Olsen.

Hugskotið til átaki
Hugskotið til átakið eigur Rikke Mia Skovdal, ið eisini er akkersfólk á verkætlanini. 

-Rikke hevur valt 5 tónleikarar ella tónleikabólkar við støði í hvør hon heldur vera spennandi, hvør er plátuaktuellur og hvør hon heldur vera upplagdan at tulka verkini, sum eru á savninum, sigur Solveig Hanusardóttir Olsen.

Hon hevur altíð vera áhugað í tónleiki og tá hon kom til Føroyar frá Danmark, var hon ovfarin um hvussu nógv tónleikur fyllur í í gerandisdegnum her. Hon var eisini bilsin um hvussu lætt tað er at fáa fatur á tónleikarum. Til dømis dámar henni væl JASMIN og tað skuldi ikki meiri til enn ein teldupostur og so varð samskifti um verkætlanina í lag harfrá. 

Júst lagið við JASMIN var tað fyrsta av teimum fimm og kom út hósdagin 26. juni. sum hevur fingið íblástur frá listaverkinum hjá Ingálvi av Reyni: “Innimynd, vár” (1947)

Løgini koma út hvønn hósdag á facebook og instagram vangarnar hjá Listasavninum. Hugsanin er eisini, at sangirnir skulu koma á spotify. 

Í morgin kemur lagið hjá Leu Kampmann og Heiðriki av Heygum út. Komandi vikurnar koma løg við Funksjon, Kristian Blak & Yggdrasil og Leu Kampmann í einleiki. 

Hoyr lagið við JASMIN her.