Listaverk eftir Banksy sædd í Ukraina

Veggjarmálningar eftir kenda og dulnevnda listamannin Banksy eru sæddir í Borodyanka og Horenka, ið eru tveir býir í Ukraina, sum eru hart raktir av krígnum.

Mynd: EPA
Høgni Jógvansson
19. november 2022 kl. 13:00

Banksy er ein dulnevndur listamaður, ið heldur til í Onglandi. Myndirnar hjá Banksy eru ofta politiskar og sera beinraknar. Hann hevur fleiri ferðir gjørt um seg áður. Tær nýggjastu myndirnar hava fingið sera nógv uppmerksemi. Fleiri íbúgvar úr til dømis Kyiv hava verið og hugt eftir listaverkunum. 

Listamálarin, Banksy, hvørs samleiki er ókendur, hevur lagt myndir og eitt sjónband út av veggjarmálningunum á sín Instagram vanga. Á myndunum sæst, at hann hevur málað ein fimleikara, ið stendur á hondunum á eini betongrúgvu. Banksy hevur málað fimleikaran á ein bygning, ið er ógvuliga illa farin orsaka av krígnum í Ukraina. 

Soleiðis skrivar Reuters.


“Tað er ein søgulig løta fyri okkara land, at kend fólk sum Banksy og onnur koma til okkum og vísa verðini, hvat Russland hevur gjørt við okkara land”, segði ein av áskoðarunum úr Kiyv, Alina Mazur. 

Í oktobur mánaði í 2018 varð listaverkið, Balloon Girl selt á uppboðssølu í London fyri 1,04 milliónir pund, sum svara til 8,8 milliónir danskar krónur. Stutt eftir at hamarin fall á uppboðssøluni fór ein ávaringarklokka at ringja í myndarammuni. Ein partur av myndini fór spakuliga niður í ein pappírstægara, og úrslitið sæst á myndini niðanfyri. Keyparin fekk bjóðað ein stóran part av pengunum aftur, men valdi at varðveita boðið. Trý ár seinni seldi keyparin, listaverkið fyri 25,4 milliónir dollarar, ið svara til 182,5 milliónir danskar krónur.