Lítil eldur í lastbili í Havn

Hildið verður at ein oljuleki er orsøkin til, at eldur kom í lastbilin. Sum skilst, stóðst ikki nakar ógvusligur skaði burturúr eldinum

Kristian Waag Dam
22. september 2022 kl. 10:45

Í gjár áleið klokkan 16:30, fekk løgreglan eina fráboðan um, at eldur var í einum lastbili í Havn. Sambært vaktleiðaranum á løgreglustøðini í Havn, var talan um ein lítlan eld, sum skjótt var sløktur.

Hóast talan var um ein lítlan eld, so var sløkkiliðið boðsent, soleiðis eru mannagongdirnar tá eldur er, sigur vaktleiðarin. Hildið verður at ein oljuleki er orsøkin til at eldur kom í lastbilin. Sum skilst, so stóðst ikki nakar ógvusligur skaði burturúr eldinum.

Ferðslukanningar

Fyrrapartin í gjár gjørdi løgreglan ferðslukanningar norðanfyri kollfarðatunnilin.

Tríggir bilførarar fingu klipp fyri at koyra ov skjótt. Haraftrat fekk ein bilførari klipp í koyrikorti eftir at yvirhála á einum strekki, har tað ikki var loyvt at yvirhála.