Liverpool er víðari í Fa-cup

Við hegnisligum langskoti frá Harvey Elliot tryggjaði Liverpool sær víðari luttøku í Fa-cup

Ragnar Sjúrðarson
17. januar 2023 kl. 22:05

Liverpool hevur vunnið seg til fjórðu rundu í Fa-cup, eftir 0-1 sigur á Wolverhampton á Molineux í kvøld.

Harvey Elliot skoraði einasta málið í dystinum tíðiliga í fyrra hálvleiki. Dysturin var tamur við fáum málmøguleikum – og Wolves fekk ongantíð veruliga lagt trýst á útiliðið.

Næsti dystur hjá Liverpool í Fa-cup er í móti Brigthon í fjórðu rundu í søguríku steypakappingini. Dysturin verður leiktur sunnudagin 29. Januar.