Lívleysa barnið er raknað við aftur

Fyrradagin boðaði løgreglan frá, at eitt lívleyst barn varð flutt á sjúkrahús av barnagarði. Pápin at barninum sigur á Facebook, at barnið er raknað við aftur

Steinar Patursson
23. mars 2023 kl. 13:16

Barnið, ið fyrradagin varð í skundi flutt á Landssjúkrahúsið, er vaknað aftur.

Løgreglan boðaði fyrradagin frá, at alarmsentralurin hevði fingið fráboðan um eitt lívleyst barn á barnagarðinum á Oyrabakka.

Løgreglan vildi ikki gera fleiri viðmerkingar til málið.

Pápin at barninum hevur kortini váttað á Facebook, at barnið er raknað við aftur, eftir at ein roynd varð gjørd at sløkkja andingartólini í gjár fyri at vita, hvussu barnið fór at reagera upp á hetta.

Á Facebook skrivar pápin, at barnið byrjaði at vakna eftir 25 minuttir uttan viðgerð.