Løgmaður á fundi við norðurlendsku løgmálaráðharrunum í Norra

Á fundinum vóru felags avbjóðingarnar, sum londini hava á rættarøkinum umrødd. Serliga økini, seksuel brotsverk, brotsverk á netinum og skipaði brotsverk vóru viðgjørd

Løgmaður saman við norðurlendsku løgmálaráðharrunum. (Mynd: løgmansskrivstovan).
Kristian Waag Dam
21. juni 2022 kl. 13:30

- Eg haldi at tað er týdningarmikið, at vit í norðanlondum samstarva og læra av royndunum hjá hvørjum øðrum. Tó er avgerðandi, at vit í Føroyum finna loysnir sum hóska til okkara samfelag, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sum í hesum døgum er á fundi í Norra við norðurlendsku løgmálaráðharrunum.

Lóggávan og revsingin innan seksuel brotsverk er lík í londunum. Sambært um løgmansskrivstovuni, so var semja millum ráðharrarnar um at tað týdningarmiklasta nú er at upplýsa og stimbra eini hugburðsbroyting um at øll hava rætt til kynsligan sjálvsavgerðarrætt.

Haraftrat umrøddu ráðharrarnir vaksandi talið av brotsverkum á netinum og í hesum sambandi týdningin av góðari KT-trygd. Semja var um at norðurlond eiga at samstarva fyri at forða fyri og basa brotsverkum á netinum.

Á fundinum greiddu hini norðurlondini frá teirra trupulleikum við bandabrotsverkum og organiseraðum brotsverkum. Í hesum sambandi vísti løgmaður á, at vit hava sæð ein vaksandi trupulleika við rúsevnum í Føroyum, og at føroyingar sum sita dóm í donskum fongsli eru í størri vanda at koma í samband við bandar og organiseraðan kriminalitet. Tí er tað eitt framstig at avgjørt er at byggja nýtt fongsul í Føroyum, so føroyingar ikki noyðast av landinum at sita dóm

Kelda: Løgmansskrivstovan