Løgmaður biðjur um umbering - men tað broytir einki

Tølini vóru skeiv, men tað broytir ikki fortreytirnar, sigur Aksel V. Johannesen

Áki Bertholdsen
4. juni 2023 kl. 17:29

– Eg harmist um mistakið og biði um umbering.  Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í dag. 

Hósdagin gjørdi landsstýrið nógv burtur úr at kalla saman til tíðindafund at greiða frá, at nú fara vit at herða tiltøkini ímóti Russlandi.

Tá upplýsti løgmaður, at Russland umskipar 400.000 tons í Føroyum um árið - og at tað vindur upp á seg. 

Men seinni er tað komið fram, at hetta passar ikki. Tað, russarar umskipa í Føroyum, er væl minni enn 400.000 tons og tað vindur ikki upp á seg, tvørturímóti er nøgdin minkað.

Síðani hevur ein stórur partur av kjakinum snúð seg um at átala løgmann fyri at hava borðreitt við skeivum tølum – og ikki um vit skulu herða tiltøkini ímóti Russlandi, ella hvussu nógv tey skulu herðast. 

Í dag ásannar løgmaður í eini almennari fráboðan, at »hann ikki var nóg neyvur undir tíðindafundinum«, sum hann málber seg.

– Eg harmist um mistakið og biði um umbering, sigur Aksel V. Johannesen.

Men samstundis leggur hann dent á, at tey skeivu tølini ikki broyta ta grundleggjandi fortreytina, nevniliga at Føroyar eru ein miðdepil fyri russiskum virksemi í Norðuratlantshavi. 

– Tøl hjá Vørn og Fiskimálaráðnum vísa, at bæði í 2021 og 2022 vórðu sløk 84 prosent av allari veiðini av makreli, svartkjafti, sild og kongafiski hjá russiskum skipum í Norðuratlantshavi, umskipað. og uppskipað um føroyskan kaikant. 

Eysæð eru tølini fyri í eru ikki tøk enn, men kvoturnar hjá Russlandi í Norðuratlantshavi í ár, eru eini 430.000 tons.

– Orðaskiftið hesar seinastu dagarnar um óneyv tøl. er sjálvandi upp á sítt pláss, sigur løgmaður. 

Men hann harmast um tað, tí hann heldur, at kjakið skuldi heldur verið um, tað, málið í roynd og veru snýr seg um, nevniligaat vit eru ein miðdepil fyri russiskt virksemi.

Tað vilja vit ikki vera og tí vera hesi stigini tikin, sigur hann.

Russisku ræðuleikarnir halda fram i Ukraina hvønn dag, og landsstýrið vil taka neyðug stig og taka okkara ábyrgd i heiminum, vísir løgmaður á.

Í orðaskiftinum seinastu dagarnar hevur ivi verið sáddur um frágreiðingina, ið landsstýrið hevur latið Løgtinginum. Men Løgmaður staðfestir, at frágreiðingin byggir á tøl frá Vørn, og Uttanlandsnevndin hevur tískil ikki fingið skeiv tøl landsstýrinum.