Løgmaður valdi ein HM-frían dag

Hóast løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, í gjár segði, at hann ikki hevði HM-endaspælið í tonkunum, um hann ætlaði at skriva út val, so er nú greitt, at hann hevur valt ein valdag, tá eingin HM-fótbóltur er á skránni

Sigurjón Einarsson
9. november 2022 kl. 15:51

Í gjár kom ein áheitan á løgmann, Bárður á Steig Nielsen, á Facebook-bólkinum, Fótbóltskjak, um ikki at útskriva nakað val at vera teir dagar, meðan dystir í HM-endaspælinum í Katar eru á skránni. Hetta, so løgtingsvalið og valkvøldið ikki verður órógvað vegna HM-fótbólti.

Dagarnir, ið talan er um, eru 6., 9., 10., 13., 14., 17. og 18. desember, tá HM-finalan verður spæld.

Í døgurðatíðindunum í Kringvarpinum í gjár segði løgmaður, at hann ikki hevði HM-endaspælið í tonkunum, fór hann at útskriva val.

Men hvussu er og ikki, so hevur løgmaður útskrivað val í dag, sum verður hósdagin tann 8. desember, og tá er ongin HM-fótbóltur á skránni. Eisini 7. desember er HM-fríur dagur, og tá plagar seinasta formansumfar at vera á skránni.

7. og 8. desember eru dagarnir millum bólkaspælið og fjórðingsfinalurnar, ið verða spældar fríggjadagin 9. desember og leygardagin 10. desember.

Sjálvt HM-endaspælið í Katar verður í døgunum frá 20. november til 18. desember.