Løgmaður: Avbjóðingarnar mugu loysast í felag

Støðan í heiminum er hættislig. Hetta var greiði boðskapurin í røðuni hjá ST-aðalskrivaranum, António Guteres, á aðalfundinum í gjár, har Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, luttók fyri fyrstu ferð

Eisini Mette Frederiksen, forsætisráðfrúan, og Fríðrikur, krúnprinsur, tóku lut í donsku sendinevndini. (Mynd: løgmansskrivstovan).
Kristian Waag Dam
21. september 2022 kl. 14:47

Støðan í heiminum er hættislig. Hetta var greiði boðskapurin í røðuni hjá ST-aðalskrivaranum, António Guteres á aðalfundinum í gjár, har Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, tók lut fyri fyrstu ferð.

Sambært løgmansskrivstovuni vísti António Guteres í røðu síni á, at russiska innrásin í Ukraina, høgi prísvøksturin, matvørukreppan og átrokandi veðurlagsavbjóðingarnar áleggur øllum heiminum at finna loysnir. Hesum tekur føroyski løgmaðurin undir við.

- Í einum heimi, sum í løtuni er hart sperdur á fleiri økjum, hevur tað sjáldan verið størri tørvur á, at heimssamfelagið stendur saman. Ovurhondsstóru avbjóðingarnar loysa vit ikki hvør í sínum lagi. Tær kunnu bara loysast saman í felag,”, sigur Bárður á Steig Nielsen sambært løgmansskrivstovuni.

Til setanina í gjár var løgmaður partur av donsku sendinevndini, sum eisini taldi Mette Frederiksen, forsætisráðharra, Fríðrik krúnprins, Jeppe Kofod, uttanríkisráðharra, og Flemming Møller Mortensen, menningarmálaráðharri.

Hetta er fyrstu ferð síðan 2014, at ein føroyskur løgmaður tekur lut á ST-aðalfundi. Løgmaður var eisini á einum fundi við smátjóðir. Talan var um fund við smátjóðir, ið hava somu avbjóðingar sum Føroyar. Til fundin nýtti løgmaður høvi at greiða frá gongdini í Føroyum seinastu árini.

Kelda: løgmansskrivstovan