Ongi úrslit

Løgreglan hevur havt fullar hendur um vikuskiftið

Tað er sjáldan, at tølini hjá løgregluni eru so ljót ein mánamorgun - og hvørja ferð er brennivín uppi í

Áki Bertholdsen
3. mars kl. 08:01

Løgreglan hevur havt óvanliga nógv at gera hetta vikuskiftið.

Løgreglan sigur, at tilsamans fingu seks fólk bót fyri at bróta skilhaldsreglurnar tí tey vístu harðligan atburð.

Løgreglan sigur eisini, at øll seks vórðu handtikin og sett í brummuna og tað er langt síðani, at tey seinast hava havt so nógv fólk í brummuni. Tað var talan um harðligan atburð á skeinkistøðum ella uttan fyri skeinkistøð.

Tað eru fýra brummur á løgreglustøðini í Havn.

Leygarnáttina var so nógv trýst á, at tey tey noyddust at leylata eitt fólk úr brummuni, sum tey hildu, hevði bestan møguleikan at beganga seg úti millum fólk. Tað var fyri at fáa pláss fyri einum, sum avgjørt ikki var førur fyri at beganga seg ímillum fólk.

Løgreglan sigur, at fýra ferður hevur boð verið eftir teimum í sambandi við húsaófrið heima hjá fólki. Í tí eina førinum vóru tey tríggjar ferðir á sama bústaði, tí tvær ferðir góvu tey tí ófriðarliga partinum høvi at sissa seg, men tað var til fánýtis, og triðju ferð gekk tað so ikki og tá varð viðkomandi handtikin.

Ein bilførari varð meldaður tí fólk høvdu illgruna um, at hann var ávirkaður av rúsdrekka, men tá ið løgreglan kannaði, hann, vísti tað seg, at hann var edrúur.

Hinvegin var ein annar bilførari tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka.

Løgreglan hevur eisini eitt mál um harðskap ímóti løgreglufólki, og tað málið gongur sína gongd. Tað var í samband við ein bardaga í miðbýnum í Havn leygarnáttina. Tá ið løgreglufólk komu upp í og løgdu upp ímillum fyri at skilja partarnar, var eitt løgreglufólk sligið.

Løgreglan sigur, at talan var ikki um álvarsligan harðskap, men talan var kortini um harðskap, og tað verður ikki góðtikið yvirhøvur, at fólk leggja hond á løgreglufólk, so tað málið gongur sína gongd.

Tilsamans vóru sjey ferðir boð eftir løgregluni til gøtuófrið og tríggjar ferðir vóru boð eftir løgregluni til ófrið á skeinkistøðum.

Tað er ilt at vita hví, løgreglan fekk so nógv at gera hetta vikuskiftið.

Men løgreglan sigur, at øll málini høvdu tað til felags, at rúsdrekka var uppi í - og í flestu førum vóru fólk dýrandi full.

Ein orsøk kann vera, at hetta er fyrsta vikuskiftið síðani fólk fingu mánaðarlønina og lestrarstuðul.

Í Danmark sigur løgreglan, at hagtølini hjá teimum vísa, at tey hava altíð nógv mest at gera fyrsta vikuskiftið eftir at lønin er komin.

Hetta er bæði galdandi fyri harðskap, ófrið, kynslig brotsverk, og annað, har rúsdrekka aloftast er uppi í.

Har hava tey tosa um, at fólk skuldu heldur fáa vikuløn ístaðin fyri mánaðarløn fyri at taka broddin av vikuskiftinum um mánaðarskiftið

Tilsamans sær vikuskiftið hjá løgregluni soleiðis út:

– Sjey ferðir til gøtuófrið

– Seks fólk handtikin

– Seks bøtur fyri harðligan atburð

– Fýra ferðir til húsaófrið

– Tríggjar ferðir til ófrið á skeinkistøðum

– Ein tilburður av harðskapi ímóti løgreglufólki

– Ein tikin fyri rúsdrekkakoyring.

Mest lisið hesa vikuna

Nú skulu børn og ung ikki longur sleppa at keypa

22. desember kl. 09:31

Ein umbering til Sjúrð – lat okkum finna felags jørð

22. desember kl. 00:57

Samhaldsfesti við Bakkafrosti og Effo

23. desember kl. 17:40

Takk fyri jólaheilsan frá Sigrid Dalsgarð: Eysturlund – orkuskifti, arbeiðspláss og samfelagsábyrgd

24. desember kl. 08:43

Átta bilførarar tiknir á sama vegastrekki

Í gjár kl. 09:48

Her eru 96 síður av góðum jólalesnaði

23. desember kl. 16:00