Løgreglan í Føroyum tekur sær eisini av brotsverkum á alnetinum

Løgreglan í Danmark byrjar eina nýggja løgregludeild í morgin, ið skal taka sær av brotsverkum á alnetinum burturav. – Ein tílík deild verður ikki sett á stovn í Føroyum, tí vit hava longu fólk til at taka sær av hesum, sigur fútin

Sigurjón Einarsson
31. mars 2022 kl. 17:55

Sum nakað nýtt fær løgreglan í Danmark í morgin eina nýggja løgregludeild – POP: Politiets Online Patrulje – sum skal taka sær av brotsverkum á alnetinum burturav.

Løgregludeildin fer at vera til staðar millum annað á sosialum miðlum, har løgreglan kann – við hjálp av samskifti við børn og ung – fyribyrgja óhóskandi atburð og brotsverk á netinum umframt at grípa inn, verða lógarbrot framd.

Við øllum teimum hentleikum, ið alnetið hevur givið okkum, so hevur tøkniliga framgongdin eisini havt við sær, at alsamt fleiri brotsverk, happing og harður orðadráttur hevur flutt seg á alnetið. Tí hevur tað leingi verið eitt ynski, at ein tílík deild skuldi setast á stovn í Danmark, sum hevur sín fyrsta dag í morgin.

Løgreglan í Føroyum tekur sær longu av brotsverkum á alnetinum
Hóast løgreglan er donsk, so er hon í ávísan mun lagað til føroysk viðurskifti, og tað er hon millum annað, tá tað kemur til brotsverk á alnetinum.

Michael Boolsen, fúti, sigur í viðtalu við dimma.fo, at tað ber ikki til hjá nýggju deildini at virka í Føroyum eisini, tí har er føroyska málið sjálvandi ein forðing.

– Ein tílík deild verður heldur ikki sett á stovn í Føroyum, tí vit hava longu fólk til at taka sær av tílíkum málum. Og júst tá tað kemur til brotsverk á alnetinum, so eru vit betur fyri í Føroyum á hesum økinum enn tey eru í Danmark, sigur Michael Boolsen, fúti.

Fútin vísur á, at løgreglan í Føroyum hevur trý fólk, ið arbeiða við tekniskar kanningar, sum eisini hava førleikar at taka sær av brotsverkum á alnetinum Tað verið seg ágang, teldusvindul og annað.

– Vit kundu kanska gjørt meira vart við okkum á hesum økinum, og at vit taka brotsverk á alnetinum í álvara, sigur Michael Boolsen at enda.