Løgreglan mælir frá allari koyring fram til klokkan 09/10

Tað eru sera vánalig koyrilíkindi um alt landiđ. Løgreglan mælir frá allari koyring fram til áleið kl. 09.00/10.00 í dag

Sigurjón Einarsson
8. februar 2023 kl. 08:34

– Vit mæla frá allari koyring fram til áleið kl. 09.00/10.00 í dag.

Soleiðis skrivar løgreglan í fráboðan í morgun.

Tað eru sera vánalig koyrilíkindi um alt landið.

Nógvar fráboðanir eru um skaðar í nógva vindinum, sum hevur verið í gjárkvøldið, í nátt og í morgun.

Síðan í gjárkvøldið er komnar út við 100 fráboðanir til løgregluna um skaðar.

Serliga ringt hevur veðrið verið í Leirvík, í Gøtu og í Klaksvík, men ongar fráboðanir eru um fólkaskaðar. Sørin S. Djurhuus, brunaumsjónarmaður í Eysturkommunu, sigur í samrøðu við Kringvarpið, at sløkkiliðið í Eysturkommunu hevur havt úr at gera í gjárkvøldið og í nátt, har fleiri húsatekjur hava fingið skaða. Beint fyri klokkan átta í morgun vóru tað níggju fráboðanir eftir á listanum, og at fólk máttu brynja seg við toli, áðrenn hjálpin kom.

Vindurin hevur verið upp í 59 metrar um sekundið, og ringast hevur veðrið verið seinastu tímarnar í morgun.

Flestu skúlar lata heldur ikki upp fyrr enn um tíggju-tíðina.

Sum líður á fyrrapartinum minkar hann vindin til frískur vindur upp í hvassan vind av útsynningi-vestri, tíggju til 15 metrar um sekundi. At byrja við samdrigið og regn, seinni vátakavi og tað verður kaldari, millum frostmarkið og fimm stig.