Løgtingið skal ikki eiga avgerðina um radaran

Jenis av Rana ger greitt, at talan er - í øllum førum higartil - um eitt mál, ið hoyrir heima millum landsstýrið og uttanlandsnevndina - og ikki hjá løgtinginum

Steinar Patursson
6. mai 2021 kl. 10:35

Tað er eingin avgerð tikin um radaran á Sornfelli enn, men tað hevur higartil ikki verið mett, at hetta er eitt mál, ið skal leggjast fyri løgtingið.

Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, í sambandi við grein 52a fyrispurning frá Bjarna Kárason Petersen, tinglimi fyri Framsókn.

Bjarni Kárason Petersen vildi hava landsstýrismannin at vátta, at eingin avgerð – formlig ella óformlig – er tikin av føroyskum ella donskum myndugleikum um radaran, sum eftir ætlan skal setas tupp á Sornfelli.

Harumframt vildi tingmaðurin fyri Framsókn eisini hava Jenis av Rana at greiða frá, um endalig avgerð um radaran eftir ætlan skal takast í løgtinginum.

Eingin avgerð er tikin enn, váttar Jenis av Rana, men tað er ivasamt, hvørt tað verður løgtingið, ið einaferð skal taka ta avgerðina, tá tað einaferð kemur hartil.

Jenis av Rana vísir á, at málið um radaran kemur undir grein 54 í stýrisskipanarlógini heldur enn grein 52, og hetta merkir ítøkiliga, at tað er Uttanlandsnevndin í løgtinginum – og ikki løgtingið sjálvt – ið er berandi parturin av málsviðgerðini.

- Hetta tí at avgerðin tekur støði í samráðingum um eitt mál, ið hevur týdning fyri viðurskiftini Føroya og Danmarkar millum og eitt mál, ið hevur uttanríkispolitiskan týdning fyri Føroyar, sigur Jenis av Rana.

- Tvær  ráðførslur  og  eitt  samráð  hava  verið  við  Løgtingsins  uttanlandsnevnd  um  málið, og endalig avgerð verður í fyrsta lagi tikin eftir enn eina ráðførslu.