Løgtingsmaður stjórnar sangleiki

Sangleikurin SHREK verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í mars 2023

Jóannes Hansen
7. februar 2023 kl. 14:55

Fleiri tey seinastu árini hevur tað á vári verið sangleikur í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Tað er e-Nám Sangleikabreytin í Fuglafjarðar skúla, sum sýnir leikin. Umframt næmingar úr skúlanum í Fuglafirði eru eisini næmingar úr skúlanum við Streymin við í leikinum.

Tað eru lærararnir Marjun Djurhuus og Bárður á Lakjuni, ið hava sangleikin undir hond. Síðani leikin á vári í 2022 er Bárður á Lakjuni valdur í løgtingið, men hann hevur framvegis møguleika at vera við í spennandi arbeiðnum, sum tað er at fyrireika sangleikin í Fuglafirði.

Bárður er lærari í Fuglafirði, og hann og Marjun Djurhuus hava fleiri ferðir áður havt ábyrgdina av sangleikum. Ásetingarnar siga, at tað er loyvt løgtingsmonnum at vera í hálva tíð í almennum starvi.

Fuglafjarðar kommuna skrivar soleiðis:

"Aftur í ár er e-Nám Sangleikabreytin í Fuglafjarðar skúla fegin um at kunna bjóða til ein stóran og spennandi leik. Frá 18. til 29. mars sýnir breytin fram ”Sangleikurin SHREK” í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Sangleikurin er so heilt avgjørt fyri øll – bæði stór, smá, ung og gomul. Leikurin, ið tekur umleið 2 tímar, er bygdur á stuttliga og øðrvísi ævintýrfilmin frá 2001. ”Sangleikurin SHREK” hevur alt tað, ein stórur og góður leikur skal hava: Sjónleik, tónleik, sang, dans, tøkni – og ikki minst verður sera nógv gjørt burturúr búnum og palli! Næmingarnir spæla og syngja, og fakfólk saman við næmingum, foreldrum og avvarðandi taka sær av búnum og palli.

Tað eru lærararnir, Bárður á Lakjuni og Marjun Djurhuus, ið hava sangleikin undir hond. 28 næmingar í 10. flokki eru á e-Nám Sangleikabreytini í ár. Næmingarnir eru úr Fuglafjarðar skúla og skúlanum við Streymin.

Almennar sýningar eru hesar dagar:

18., 19., 22., 23., 24., 25., 26. og 29. mars kl 19

Atgongumerki á 120 kr fáast á atgongumerki.fo

Verið hjartaliga væl komin – vit gleða okkum at síggja tykkum!", siga tey í Fuglafirði.