Løgtingsval verður tann 8. desember

Løgmaður hevur júst útskrivað val, sum verður hósdagin 8. desember

Sigurjón Einarsson
9. november 2022 kl. 15:03

Løgmaður tók orðið á Løgtingi fyri løtu síðan, og boðini frá honum vóru stutt.

Tað verður løgtingsval hósdagin 8. desember.

Alt tingarbeiðið er nú hildið uppat, og valstríðið er byrjað.