

Elon Musk er ikki bara maðurin handan Tesla, SpaceX og Neuralink – hann er eisini heimsins ríkasti persónur við eini ørkymlandi ogn uppá 434 milliardir dollarar (uml. 2.960 milliardir krónur).
Men umframt at ráða yvir tøknivinnuni, sær tað út til, at Musk eisini víðkar sítt vald inn í politikk.
Musk hevur leingi verið ein bersøgin stuðul hjá Donald Trump, og nú Trump er komin aftur í Hvítu Húsini, hevur suðurafrikanski milliarderurin nú tryggjað sær ein nýggjan leiklut í umsitingini.
Hann hevur fingið ábyrgdina av at optimera almennu útreiðslurnar gjøgnum ein nýggjan stovn, sum eitur DOGE – ein ábending um kryptovalutuna Dogecoin, sum Musk áður hevur lýst ógvusliga við á sosialu miðlunum.
Spurningurin er, um Musk nú verður partur av politisku elituni ella bara brúkar sína støðu til at tryggja síni egnu áhugamál.
Tjenar meira enn tú kanst ímynda tær
Musk er kendur fyri sínar villu fíggjarligu stórverk, men tølini aftanfyri hansara ríkidømi eru næstan ótrúlig.
Sambært GQ vaks nettovirði hansara við 158 milliardum dollarum (uml. 1.080 milliardir krónur) uppá eitt ár - sum svarar til:
- 432 milliónir dollarar (uml. 2,95 milliardir krónur) um dagin
- 18 milliónir dollarar (uml. 123 milliónir krónur) um tíman
- 300.000 dollarar (uml. 2 milliónir krónur) um minuttin
Aðrar útrokningar vísa, at hann kann tjena upp til 400.000 dollarar (umleið - 2,7 milliónir krónur) um tíman, og tað merkir, at hann tjenar meira, meðan hann drekkur sítt morgunkaffi, enn tey flestu gera alt sítt lív.
Ein milliarderi við valdi
Musk er ikki bara ein pengamaskina – hann er eisini eitt av heimsins máttmiklastu fólkum.
Sum meirilutaeigari av Tesla, SpaceX, Starlink og Neuralink situr hann á einum tøkniligum gullnámi, men hansara ávirkan røkkur langt út um vinnuna.Nú hann hevur tryggjað sær pláss í umsitingini hjá Trump, verður áhugavert at síggja, hvussu hann fer at brúka sína nýggju politisku støðu.
Meðan ríkidømið hjá Musk støkkur upp í óvanligar hæddir, veksur fíggjarliga gjógvin millum heimsins elitu og vanliga borgaran framvegis.