Lukashenko byrjar nýtt valskeið á loyniligum hátíðarhaldi

Hvítarussiski forsetin varð í dag svorðin í eið á loyniligum hátíðarhaldi. Hetta, fyri at sleppa undan mótmælisfólkum

Sigurjón Einarsson
23. september 2020 kl. 22:00

Limir í hvítarussiska tinginum og høgtstandandi limir í herinum vóru bjóðaðir við til hátíðarhaldið í Minsk, ið ikki alment var boðað frá áðrenn.

Lukashenko, ið fær stuðul frá russiska forsetanum, Vladimir Putin, vann forsetavalið, tá hann fekk 80% av atkvøðunum. 

- Vit hava ikki einans valt ein forseta. Vit hava vart okkara virðir, okkara friðsæla lív og okkara frælsi. Vit hava enn nógv eftir at gera hesum viðvíkjandi, segði Lukashenko til hátíðarhaldið.

Túsundatals fólk hava mótmælt síðani valið og mótmælisgongurnar hava nú vart í fleiri vikur. Stjórnin hjá Lukashenko hevur sligið hart niður á mótmælisfólk, men hóast hetta, so hava fólk í Hvítarusslandi hildið áfram við mótmælunum.

Andstøðukandidaturin, Svetlana Tikhanovskaya, sum er við til at samskipa mótmælini, hóast hon er í útlegd í Litava, sigur á sosialum miðli, at royndin hjá Lukashenko fyri at framhaldandi varðveita sína heimild prógvar, at hansara fyrrverandi yvirvald er yvirstaðið, av tí at borgararnir í Hvítarusslandi ikki hava givið honum nýggja heimild til seinasta val.

Loyniliga hátíðarhaldið í dag, har Lukashenko varð svorðin í eið, er hansara sætta valskeið síðani 1994.

Keldur: The Guardian og CNN