

Frakland fer undir eina seks ára umvæling av Louvre í París, har heimsins mest vitjaða savn verður størri fyri at geva pláss fyri teimum mongu vitjandi, sum í løtuni eru sum sild í tunnu í borgini við Seine-áarbakkan, sigur franski forsetin, Emmanuel Macron.
Ein nýggj inngongd fer at gera tað lættari at koma inn og út, og eitt serligt pláss við serstakari inngongd skal hýsa víðagitna málningin hjá Leonardo Da Vinci, nevniliga Mona Lisa, segði Macron á vitjan á savninum.
Næsta ár fer savnið eisini at krevja, at vitjandi uttanfyri Evropeiska Samveldið skulu rinda meira fyri atgongumerkini, segði hann.
Forsetin í Louvre, Laurence des Cars, ávaraði í farnu viku um, at aldargamli bygningurin - einaferð eitt glæsiligt slott hjá fronskum kongum - var í ræðuligum standi, við lekum og hitasveiggjum, sum kunnu seta varðveitingina av listaverkum í vanda.
Ein vitjan á savnið er vorðin "ein alvorlig avbjóðing", har listaverk eru ring at finna í einari forvirrandi uppseting, og ov lítið pláss er eisini til tey vitjandi at steðga á, eta ella fara á wc, segði des Cars.
9 milliónir vitja Louvre árliga, meira enn tvífalt so nógvar tær 4 milliónirnar, sum tað varð ætlað at handfara, tá tað varð nútímansgjørt í áttatiárunum. Umvælingin fer at gera tað gjørligt at húsa 12 milliónum vitjandi, sigur Macron.
Hann segði ikki, hvussu nógv umvælingin fór at kosta, men at hon fór at verða fíggjað gjøgnum egnan pening hjá Louvre, atgongumerkjasølu, stuðul og inntøku frá systursavninum í Abu Dhabi.
Stórar borgaraverkætlanir í høvuðsstaðnum hava verið ein máti hjá fronskum forsetum at lata sín arv liggja eftir sær. Í farna mánaði læt Macron dómkirkjuna Notre-Dame upp aftur, sum varð endaliga umvæld fimm ár eftir, at hon fekk stóran skaða av eldi.
- Meðan Notre Dame er eitt byggilistaligt prýði, ið vísir gott handverk, skal henda verkætlanin fyri Louvre vera fyri list og listasøgu, sigur Macron.