Lutakast í Degi og Viku

HB, KÍ, 07 Vestur og Víkingur vera í stóra glasbollanum, tá lutakastið til hálvfinalurnar verður í Degi og Viku í kvøld

(Mynd: Skíggjamynd/Kringvarpið)
Sigurjón Einarsson
19. mai 2022 kl. 15:35

Mikukvøldið vórðu fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið á skránni, og við sigrum á ávikavist AB, ÍF, TB og B36 er greitt, at liðini í hálvfinalunum vera HB, KÍ, 07 Vestur og Víkingur.

Hvør møtir hvørjum í hálvfinalunum verður avgreitt við lutakasti, sum verður í Degi og Viku í kvøld klokkan 19.

Fyrru hálvfinalurnar eru settar at vera mikudagin 7. september, meðan seinnu hálvfinalurnar verða spældar mikudagin 5. oktober.

Finalan um Løgmanssteypið verður á Tórsvølli leygardagin 29. oktober.

Kelda: Hans Erik Danielsen/fsf.fo