Mads Brügger ynskir at deila upptøkur við ST

Danski journalisturin hevur nógvar videoupptøkur um Norðurkorea, ið hann gjarna ynskir at deila við ST-serfrøðingar

Sigurjón Einarsson
14. oktober 2020 kl. 15:29

Journalisturin og leikstjórin, Mads Brügger, vil gjarna deila upplýsingar um Norðurkorea við ST-serfrøðingar, ið halda eitt vakið eyga við landinum og við revsitiltøkum mótvegis Norðurkorea.

Tað sigur Mads Brügger við tíðindastovina, Reuters.

Útsøgning kemur, eftir at seinasti heimildarfilmurin hjá Brügger, Muldvarpen - undercover i Nordkorea, avdúkar, hvussu landið, at síggja til, roynir at skáka sær undan altjóða revsitiltøkini móti landinum.

Í filminum fylgja vit einum donskum kokki, ið er farin frá við eftirløn, sum yvir fleiri ár hevur sníkt seg inn í norðurkoreanska stýrið gjøgnum stuðulsfelagsskapin, KFA.

Gjøgnum fyrrverandi kokkin fáa vit innlit í ymiskt ólógligt virksemi og, at síggja til, brot á tiltøkini, ið eru sett í verk móti Norðurkorea.

Og har er nógv meira at koma eftir, enn tað, ið sæst í filminum, sigur Mads Brügger.

- Vit hava sera nógv tilfar. Eg vil gjarna hitta ST-serfrøðingarnar á økinum um eitt prát um Norðurkorea, so vit kunnu fáa ein dialog um, hvat teir kundi verið áhugaðir í, sigur hann til Reuters.

Ein av størstu avdúkingum í filminum er, hvussu Norðurkorea, at síggja til, uttan trupulleikar kann hjálpa Ulrich Larsen (høvuðspersónurin í heimildarfilminum, red.) og einum fyrrverandi hermanni, ið gevur seg út fyri at vera ein altjóða vápnahandilsmaður, við at byggja eina vápnaverksmiðju undir jørð á einari oyggj í Uganda.

Heimildarfilmurin setur eisini nøvn á fleiri norðurkoreanskar embætismenn og vísir, hvussu landið hevur ein sølulista yvir missilir, stríðsvognar og bumbur.

- Um filmurin uppá nakran máta kann hjálpa til við at bremsa tí ágrýtni hjá Norðurkorea, í samband við at bróta tey tiltøk, ið landið skal halda seg til, og spreiða teirra vápn yvir allan heimin, so vildi eg blivið øgiliga glaður, sigur Mads Brügger við Reuters.

Norðurkoreansku serfrøðingarnir hjá ST hava longu innkallað moldvørpina, Ulrich Larsen, til ein fund um avdúkingarnar.

Norðurkorea hevur verið umfatað av ST-revsitiltøkum síðani 2006. Hesi tiltøkini eru tey seinni árini blivin herd av trygdarráðnum hjá ST, fyri at bremsa kjarnorkuætlanum í landinum.

Kelda: Ritzau