Maðurin á brúnni: Siglir millum sker og brotasjógvar

Hann er alment løntur stjóri og varðar av stovni, sum í hesum árinum hevur siglt í tungum sjógvi og støðugt verið fyri hvøssum atfinningum. Men atfinningarnar eru ikki altíð so eftirfarandi, heldur hann. Skal stovnurin hóra undan og framhaldandi veita eina haldgóða tænastu til allar borgarar, má politiski myndugleikin spæla við og tryggja nøktandi langtíðarkarmar, sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandfaraskipum Landsins

Jákup Bogi Joensen
9. januar 2021 kl. 15:01

Tað hevur brotið í bæði borð hjá Strandfaraskipum Landsins í 2020. Annus Horribilis.

Smyril, Ternan, Erla Kongsdóttir, Hasfjord. Fleiri óhapp, avlýsingar á fleiri farleiðum og ein koronafarsótt, sum hevur kostað stovninum á inntøkusíðuni, tí ferðafólkatalið er lækkað munandi. Og so eru tað skolurnar frá ónøgdum brúkarum, ið stundum hava skolað sum ógvusligar havaldur og brotasjógvar.

Men maðurin á brúnni stendur fast sum klettur í brimi. Treystliga hevur hann roynt at siglt millum skerini, slætta sjógvarnar og hildið kósina. Uppgávan hevur verið at fáa stovnin at flóta yvir vatnskorpuni, so hjólini framhaldandi kunnu mæla við fullari ferð eftir føroysku vegunum.

Hilmar Eliasen er 54 ára gamal og hevur verið stjóri á Strandfaraskipum Landsins síðani 2014.

- At vera stjóri og leiða undir trýsti krevur, at tú er róligur og ikki loypur fram av, sigur hann og lenar seg afturá.

Trýstið kennir hann stundum á sær.

- Tað er eitt stórt trýst at vera stjóri á einum almennum stovni sum Strandfaraskipum Landsins, ið sambært lóg hevur veitingarskyldu og samstundis lógarbundið krav um at halda ta játtan, ið stovninum er tillutað. Stjórin er andlitið úteftir og stendur fremstur. Hann hevur evstu ábyrgd og fær eisini flestu ákoyringarnar, tá ið rákið er ímóti. Men soleiðis eru mekanismurnar. Tað er kalt á toppinum, og tað havi eg lært meg at liva við, sigur hann.

Ógrundaðar atfinningar
Men ikki allar ákoyringar og atfinningar eru líka eftirfarandi og væl grundaðar. Stundum beinleiðis órættvísar og ikki í samsvari við veruleikan, heldur hann.

Hann vísir á eina innanhýsis kanning, sum Strandfaraskip Landsins hevur latið gjørt. Sambært stjóranum vísa hagtølini í kanningini, at Strandferðslan hevur fleiri enn 14.000 fráferðir og komur árliga. Frávik, sum ikki eru løgd til rættis frammanundan og stovnurin tí onga ávirkan hevur á - tað er til dømis, tá ið óhapp henda og túrar verða avlýstir - er, sambært kanningini, minni enn eitt prosent. Tí er ikki samsvar millum úrslitið av kanningini og tær mangan hvøssu atfinningarnar, sum vendar verða móti stovninum, heldur stjórin. Strandferðslan er við øðrum orðum betri enn sítt vánaliga umdømi, tí frávikið er ógvuliga lágt í mun til samlaða túratalið, sigur stjórin.

Hann skilir tó væl, at brúkarin stundum hevur tørv á at finnast at og lufta ónøgdina alment. Ofta eru farleiðirnar hjá Strandferðsluni álitið og sjálv lívæðrin hjá brúkaranum, tá um ferðslu ræður. Tí tekur stjórin í fullum álvara og til eftirtektar upplivingarnar hjá brúkaranum. Stovnurin er til fyri brúkaran og ikki øvugt, sigur hann.

- Vit lurta altíð eftir, hvat brúkarin hevur upp á hjartað. Og vit skilja væl, at brúkarin er ørkymlaður, tá ið óhapp henda og túrar verða avlýstir. Tað er ein ógvuliga óheppin og keðilig støða, bæði fyri brúkaran og fyri Strandferðsluni, sigur Hilmar Eliasen.

Men ikki alt er bara ringt hjá Strandferðsluni. Góð tíðindi eru eisini, vísir stjórin á. Hann sipar serliga til eina spurnarkanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri stovnin. Úrslitið av kanningini vísti, at flestu føroyingar hóast alt eru væl nøgdir og virðismeta tær tænastur, sum stovnurin veitir. 

Tvístøðan
Hilmar Eliasen leggur dent á, at stovnurin ger sítt ítasta til tess at tryggja flotan, bæði á sjógvi og á landi.

Tað er bara lættari sagt enn gjørt, sigur hann, tí flotin, serliga á sjógvi, er sperdur og sera illa fyri. Skipini eru gomul og krevja stórar ábøtur, og avloysaraskip hava eingi verið í flotanum. Ikki fyrr enn nú Erla Kongsdóttir er komin í flotan, og tað fer at bøta munandi um tænastustøðið, sigur stjórin og vísir á, at tað er ein ógvuliga kostnaðarmikil verkætlan og íløga at byggja nýggj skip. Men tað kann fara at vera neyðugt um ikki so langa tíð, sigur hann.

Hann viðgongur, at hann stundum kennir seg sum lús millum tvær negl. Orsøkin er tvístøðan sum stendst, tá ið atlit stovnsins til arbeiðsgevararnar, í fleirtali, verða vigað á vágskálini. Øðrumegin hevur Strandfaraskip Landsins sum almennur stovnur skyldu til at veita øllum borgarum eina so góða og trygga tænastu sum til ber. Hvønn dag á árinum, frá tíðliga á morgin til seint á kvøldi. Hinumegin anda politiska skipanin og Landsgrannskoðanin stjóran og stovnin í nakkan og hava eftirlit við, at játtanin á fíggjarlógini, sum stovnurin fær til árligan rakstur, verður hildin. Í verandi ári er játtanin til raksturin hjá Strandfaraskipum Landsins á leið 170 milliónir krónur.

Tvístøðan hjá stjóranum er tí ein stór avbjóðing. Avgerandi spurningurin er, hvørji atlit skulu viga tyngri: Tænastan til brúkaran ella játtanarkarmurin, sum skal halda. Tørvurin er munandi størri enn játtanin, sum fylgir við, vísir stjórin á. Og tí er trupult, næstan ógjørligt, at gera øllum til vildar, sigur hann.

Og so eru tað allir hinir eftirlitsstovnarnir, sjóvinnumyndugleikarnir, ið skulu tryggjað, at Strandfaraskip Landsins heldur seg innan fyri tær lógir og reglur, sum ikki bara føroyskir, men eisini altjóða myndugleikar og konventiónir, seta í sambandi við sjóvegis ferðslu og ferðafólkaflutning.

- Ein ferja hjá Strandfaraskipum Landsins má lúka somu altjóða krøv sum allar aðrar ferjur uttanlands. Tað krevur eina sterka organisatión, tí krøv um broytingar á lógarøkinum henda allatíðina, slær Hilmar Eliasen fast.

Tað eru tey mongu fyrilitini og krøvini frá myndugleikunum, føroyskum sum altjóða, ið stundum ørkymlað stjóran. Ikki tí at hann heldur, at krøvini eru órímilig. Tvørturímóti. Nógvar reguleringar eru staðfestar í lóg. Og lóg er lóg, og lóg skal haldast, sigur hann. Tað eru hinvegin hvøssu atfinningarnar í fjølmiðlunum og í almenna rúminum annars, sum ørkymlað og taka stjóranum fast. Orsøkin er, at kritikkurin er ov grunnur og einsíðugur, heldur hann, tí brúkarin hevur ikki neyðuga innlitið í millumrokningarnar og tey mongu fyrilitini, sum stovnurin má taka. Hevði brúkarin fullfíggjaða innlitið, var kritikkurin helst øðrvísi, heldur Hilmar Eliasen.

Hann vísir avgjørdur aftur, at talan er um eina verjurøðu við stjóranum á Strandfaraskipum Landsins í høvuðsleiklutinum sum offur. Tvørturímóti er talan bara um kalda veruleikan, sum hann sær út frá stjórans borði og sjónarhorni, sigur hann.

- Brúkarin sær fyri tað mesta bara tær ytru umstøðurnar. Til dømis, tá ið óhapp henda og túrar verða avlýstir, ella tá ið eitt skip skal í dokk. Hin síðan av sakini er meira duld og meira fjald fyri brúkaranum. Nevniliga tey mongu fyrilitini og tær mongu skyldurnar, sum stovnurin hevur mótvegis myndugleikunum. Tað er ikki so einfalt at reka stovnin, sum summi eftir øllum at døma halda, sigur Hilmar Eliasen.

Neyðugt við langtíðarætlanum
Sjálvur hevur hann gjørt sær nakrar tankar um, hvussu Strandfaraskip Landsins á bestan hátt kann fáa naggatódnini úr aftur, sum nú tykist at vera íkomin. Loysnin er, heldur hann, ein langtíðarætlan fyri stovnin. Ein langtíðarætlan, sum røkkur yvir eitt longri áramál. Kanska eitt tíggju ára skeið. Á tann hátt hevði stovnurin havt størri rásarúm og munandi betri møguleikar at leggja virksemi til rættis. Tað hevði eisini spart stovninum nógvar óneyðugar trupulleikar. Órógvið hevði til dømis verið minni, tá ið óhapp henda. Tí við eini langtíðarætlan og langtíðarsáttmálum í hondini hevði borið til at lagt upp fyri loysnum við avloysaraskipum og øðrum neyðugum veitingum, so ferðaætlanin varð órógvað og skerd minst møguligt. Men tað ber illa til í verandi løtu, tí leiðslan fyri stovnin kennir ikki fíggjarligu karmarnar longri enn eitt ár fram í tíðina.

Tí er áheitanin frá stjóranum á Strandfaraskipum Landsins til politiska myndugleikan einføld og ógvuliga greið. Og hon er, at politiski myndugleikin má skipa so fyri, at stovnurin fær neyðugu heimildirnar at gera íløgur og leggja raksturin til rættis sambært eini langtíðarætlan. Hesin leistur er púra vanligur í øllum londum rundan um okkum, eitt nú í Noregi og í Danmark, sigur Hilmar Eliasen.

Hann vil tó ikki beinleiðis harta politisku skipanina, tí hann veit, at eisini politikkarar á løgtingi hava fleiri og onnur atlit at taka. Og øll bøna og biðja um hægri játtan. Nógv meira enn pengar eru til. Tí veit hann eisini, at tað er næstan sum at vinna í eydnuspæli, tá ið raðfestingar verða gjørdar og peningur játtaður. Men vónina hevur hann kortini, tí øll duga at síggja og á at skyna, heldur hann, at Strandfaraskipum Landsins tørvar hægri játtan, skal tænastan til brúkaran, sum er alt Føroya fólk, vera á einum nøktandi stigi, sum hoyrir nútíðini til.

Hilmar Eliasen er ógvuliga róligur av lyndi og roynir við sakligum og væl grundaðum argumentum at tosa sína søk. Men hann kann eisini hvessa tónan og letur landsins ovastu myndugleikar vita, hvat hann heldur um vantandi støðufesti, og hann ávarar staðiliga um vandan, tá ið almennir stovnar ofta skifta millum málaráðini.  

- Tað er ein óheppin mentan, tí tað er ikki gott fyri kontinuitetin og vitanina, sum hvørvur, sigur Hilmar Eliasen.

Hann vísir á, at bara í hansara tíð sum stjóri hevur Strandfaraskip Landsins verið málsøki undir Samferðslumálaráðnum, Vinnumálaráðnum og nú undir Fíggjarmálaráðnum. Áðrenn tað var stovnurin undir hattinum hjá táverandi Innlendismálaráðnum.

Tað er tí pláss fyri batum í skipanini, heldur hann, men letur annars ógvuliga væl at samstarvinum við politisku skipanina og myndugleikar annars.

- Jú, eg haldi, at politiska skipanin í stóran mun kennir og virðir okkara sjónarmið. Og tað er eingin í skipanini, sum á nakran hátt leggur trýst á Strandfaraskip Landsins, tíansheldur á stjóran, sigur hann.

Við tunguni mitt í munninum
Árið 2020 er av álvara farið at halla. Tíbetur halda fleiri.

Stjórin á Strandfaraskipum Landsins fæst ikki at siga tað, men bráið avdúkar, at eisini hann hevur hildið ondini meira enn ta einu ferðina í árinum, sum brátt farið er. Men framvegis tykist hann róligur og í javnvág við seg sjálvan og ytru umstøðurnar. Veruleikin er, sum veruleikin er, sigur hann og hyggur frameftir.

Tað er nóg mikið at tríva í. Avbjóðingarnar í nýggja árinum verða fleiri, bæði størri og smærri, sigur hann. Ein av fremstu uppgávunum verður sum skjótast at fáa Erlu Kongsdóttir aftur í sigling, fyrst og fremst á Nólsoyarleiðini. Onnur stór uppgáva verður at samskipa ferðaætlanina hjá bygdaleiðum - tað eru bussarnir - av nýggjum, nú Eysturoyartunnilin er vorðin veruleiki og latin upp fyri ferðslu.

Og so eru tað allar hinar uppgávurnar, sum stjórin hevur um hendi. Dagliga leiðslan, sum eitt nú umfatar fíggjarstýring og strategiska leiðslu, samskifti við politisku skipanina, myndugleikar og fakfeløg, starvsfólkarøkt og mangt, mangt annað.

- Jú, tað ræður um at hava tunguna mitt í munninum, sigur Hilmar Eliasen.

Hann viðgongur, at hann stundum hevur latið pílin peikað inneftir. Hevur mett um egin avrik og hevur lurtað eftir, tá ið onnur hava vent kikaranum móti avgerðum hansara og stovnsins. Og hann ræðist ikki kritikkin. Hvørki ta sjálvkritisku røddina ella fólksins rødd og skákar sær ikki undan ábyrgd. Hann hevur eftir bestu sannføring roynt at loyst trupulleikarnar og stendur við tær avgerðir, sum tiknar eru. Eisini tær, sum eru illa dámdar í fólkinum. Tær avgerðirnar fær hann sína almennu løn fyri.

Og málið er framvegis líka greitt og tað altíð hevur verið, sigur hann. Tað er, at Strandfaraskip Landsins til eina og hvørja tíð skal veita eina so góða og trygga tænastu sum yvirhøvur til ber, øllum føroyingum og Føroya landi at frama.

FAKTA:
Navn: Hilmar Eliasen
Aldur: 54
Útbúgving: Cand.merc.jur, Copenhagen Business School, 1997
Starv: Stjóri á Strandfaraskipum Landsins síðani 2014
Maki: Pavla Eliasen
Børn: Absalon, Kristian og Pætur