Mæla staðiliga frá at seta ætlan hjá Dennisi Holm í verk

Tað fer at fáa stórar avleiðingar fyri allar kommunurnar í Suðuroynni

Tað fer at fáa álvarligar avleiðingar fyri Varðan Pelagic - og sostatt alla Suðuroynna, sigur Tvøroyrar Býhráð
Áki Bertholdsen
3. februar 2025 kl. 13:49

Sum vit áður hava skrivað, ætlar Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, at leggja uppskot fyri Løgtingið um at broyta lógina.

Ein broyting er, at tað skal verða loyvt hjá uppsjóvarskipum at avreiða helvtin av svarkjafti, makreli og norðavssild, uttanlands.

Í Tvøroyrar býráði er semja um, at hetta fer at fáa stórar avleiðingar fyri fiskivinnuna í Suðuroynni.

Tí er Tvøroyrar býráð samt um at heita staðiliga á landsstýrismannin um at halda fast um verandi lóg har tað stendur, at øll veiða hjá føroyskum skipum skal avreiðast um bryggjukant í Føroyum. Tó kunnu 15 prosent av veiðuni avreiðast uttanlands.

Verður lógin broytt soleiðis sum landsstýrismaðurin við, fer hetta at fáa stórar avleiðingar fyri allar kommunur í Suðuroynni.

Tey halda tvørtur ímóti, at tað er stórur tørvur á, at fiskivinnan hevur støðug viðurskifti at virka undir.