Magn lækkar olju- og bensinprísin

Magn hevur í dag boðað frá, at felagið lækkar olju- og bensinprísin. Í gjár boðaði Effo frá, at teirra prísur á olju- og bensin lækkaði

Kristian Waag Dam
5. august 2022 kl. 10:33

Magn hevur í dag boðað frá, at felagið lækkar olju- og bensinprísurin prísin. Magn traðkar sostatt í fótasporini hjá hinum oljufelagnum í Føroyum. Í gjár boðaði Effo frá, at teirra prísur á olju- og bensin lækkaði.

Talan er um eina lækkan á 19 oyru av liturprísinum á øllum oljuúrdráttum. Sama lækkanin, sum Effo framdi í gjár.

Ein litur av bensin, ið áður kostaði 13,94 krónur, kostar nú 13,75. Ein litur av diesel, sum í gjár kostaði 12,89 krónur, kostar í dag 12,70 krónur. Liturprísurin á húsarhaldsolju er haraftrat farin frá 12,15 krónur niður til 11,96 krónur.

Olju- og bensinprísirnir í Føroyum eru hækkaðir nógv síðani Russland gjørdi innrás í Ukraina tann 24. februar í ár. Tó eru olju- og bensinprísirnir falnir í fleiri umførum seinastu tríggjar vikurnar.

Áðrenn russisku innrásina kostaði ein litur av diesel frá Magn 9,74 krónur, meðan liturprísurin á bensini var 11,54 oyru. Húsarhaldsoljan kostaði bert 9 krónur per litur.