Magna hevur tikið sæti á tingi

36-ára gamla Magna Eliana Mørkøre, hevur í dag tikið sæti á tingi fyri fyrstu ferð

Sigurjón Einarsson
20. mars 2023 kl. 12:03

Javnaðarkvinnan av Eiði, 36-ára gamla Magna Eliana Mørkøre, hevur júst nú tikið sæti á tingi fyri fyrstu ferð.

Magna er sjúkrarøktarfrøðingur og er eisini virkin í skúlaarbiði. Millum annað er hon forkvinna í skúlastýrinum í Eiðis skúla og nevndarlimur í Heim og skúli.

Hon hevur í dag tikið sæti fyri Kim Durhuus, sum er í farloyvi í tíggju dagar.