Ongi úrslit

Magnus spyr um inntøkurnar frá fiski- og alivinnuni

Magnus Rasmussen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, spyr landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum um inntil í inntøkurnar frá fiski- og alivinnuni frá 2018 til 2022

Ragnar Sjúrðarson
23. mars 2023 kl. 12:30

Magnus Rasmussen hevur sett skrivligan fyrispurning eftir § 52 í tingsskipanini um inntøkurnar frá okkara høvuðsvinnum.

Svarari er Ruth Vang, fíggjarmálaráðharri.

Spurningarnir eru soljóðandi:

1. Hvussu stór hevur samlaða inntøkan frá fiskivinnuni til landskassan verið í

2018, 2019, 2020, 2021 og 2022 – greinað á inntøkuslag?

2. Hvussu stór hevur samlaða inntøkan frá alivinnuni til landskassan verið í

2018, 2019, 2020, 2021 og 2022 – greinað á inntøkuslag?

Viðmerkingar til spurningarnir:

Fiskivinnan og alivinnan eru fíggjarligu grundsúlurnar undir føroyska samfelagnum. Seinastu árini hevur gingið misjavnt við fiskivinnuni. Heimaflotin hevur havt tað trupult i mong ár, meðan serliga uppsjóvarvinnan hevur havt nøkur góð ár.

Hjá alivinnuni hevur gingið væl seinastu árini.

Sveiggj eru altíð i vinnugreinum, sum hava via sjógvin at gera, og sveiggini hava ti stóra ávirkan á fíggjarligu fortreytirnar i føroyska samfelagnum og eisini hjá landskassanum.

Eg havi í tveimum umførum sett líknandi fyrispurningar og havi tí fingið samlaðu inntøkur landskassans i báðum vinnum frá 1997 og fram til og við 2017.

Seinastu árini hava verið hendingarík i báðum hesum vinnum og er tí áhugavert at frætta, hvussu hetta hevur ávirkað inntøkur landskassans fíggjarliga.

Mest lisið hesa vikuna

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

Í gjár kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

Í gjár kl. 09:55

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

10. desember kl. 09:38

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

11. desember kl. 07:48

Tveir ungir bilførarar fingu koyriforboð

9. desember kl. 07:44

Tórshavnar Býráð fer at leggja gjald á tóm hús

11. desember kl. 11:14