Makrelsamráðingar millum strandalondini verið í London hesa vikuna

Hesa vikuna hava samráðingar verið í London millum strandarlondini um at býta makrelin av nýggjum

(Mynd: Unsplash)
Sigurjón Einarsson
11. mai 2022 kl. 20:57

Hesa vikuna hava strandalondini verið í London til makrelsamráðingar.

Fundir hava verið í gjár og í dag, har ein framtíðar makrelsemja hevur verið viðgjørd. Serliga viðgjørdu londini, hvussu vísindaliga makrelfrágreiðingin skal tulkast sum grundarlag undir krøvunum og longdina av einari framtíðar makrelsemju. Í hesum sambandi blivu londini samd um at miða eftir eini semju um makrelbýtið í seinasta lagi til ársfundin í oktober mánaði.

Strandarlondini gjørdu av at hittast aftur til samráðingar í London tann 8. og 9. juni og aftur 22. og 23. juni.

Á samráðingarumfarinum, ið verða tann 8. og 9. juni, sum verður tað fjórða í røðini, síðani londini byrjaðu tilgongdina í Tórshavn í september mánaði í fjør, fara londini at leggja fram síni krøv viðvíkjandi makrelbýtinum.

Strandalondini, sum samráðast, eru Føroyar, Bretland, Grønland, Ísland, Norra og ES.