Makrelur er at fáa á innaru landleiðini

Í kvøld fer Makrel at hava sína fyrstu almennu konsert í nærum 20 ár. Umframt Makrel, so fer Guðrið Hansdóttir eisini at hava eina konsert í kvøld í Reinsarínum

Sigurjón Einarsson
1. oktober 2022 kl. 15:30

Tað hevur gingið heldur striltið hjá uppsjóvarskipunum at finna makrel á landleiðina seinastu tíðina, men í kvøld verður makrelur at fáa á innaru landleiðini, tí í kvøld fer Makrel at hava sína fyrstu almennu konsert í nærum 20 ár.

Makrel skrivaði søgu við teirra serliga ljóðuniversi, tá teir fingu allar føroyingar at hugsa um tónleik heldur enn fisk, tá fólk tosaðu um makrel.

Uppskriftin var ein sunn blanding av fangandi guitarriffum og vøkrum Makrel huglagið, sum í fleiri førum eisini var uppskriftin upp á gásarhold.

Men Makrel er nógv meira enn ein lítil fiskur. Tað sló legendariski rokkbólkurin fast, tá hann fyrst í 00-unum spældi seg inn í hjørtuni á føroyingum. Við hittum sum “Forever and Beyond” og “Wonderland” kundi bólkurin flyta áhoyraran inn í ein annan heim. Hesir sangir eru enn at hoyra á ymisku útvarpsstøðum í Føroyum í dag.

Nógv vatn er runnið í ánni, síðan Makrel av álvara gjørdi vart við seg til Prix Føroyar-kappingarnar, ið vóru um aldarskiftið. Nú eru limirnir í bólkinum vorðnir “vaksnir” og hava kanska ikki eins góða tíð at takast við tónleik – sum kanska fyri 20 árum síðan, men í kvøld verður tað reunion fyri allar pengarnar, tá Makrel fara á pall í Reinsarínum.

Guðrið Hansdóttir eisini á pall
Umframt Makrel, fer Guðrið Hansdóttir eisini at spæla nøkur løg

Síðan Guðrið Hansdóttir læt sína útgávu út í 2016, sum ber heitið “Painted Fire”, hevur lítið verið at hoyrt, men nú er nýtt at frætta frá Guðrið, nú Guðrið hevur latið sína nýggju fløgu “Gult myrkur” út.

Útgávan er eitt samstarv við yrkjaran Lív Mariu Róadóttir Jæger, sum hevur skrivað allar tekstirnar, ið eru á føroyskum. Útgávan varð tikin upp í Studio Bloch og í E7 studio í Reykjavík í 2021.

Tað eru Mikael Blak, Janus Rasmussen og Sakaris Emil Joensen. ið hava framleitt útgávuna. Tróndur Bogason hevur staðið fyri streingja- og kórútsetingar. Eisini eru fleiri gestasangarar og tónleikarar við á útgávuni, m.a. Eivør Pálsdóttir, Hans Marius Ziska, Greta Svabo Bech, Benjamin Petersen, KATA, Fróði Hansen, Bjarki Hansen.

Tiltakið er útselt.

Dimmalætting fer at hava eina longri samrøðu við tveir limir í Makrel til komandi blað.